Nú er øðrvísi

Saman við liðfeløgunum fegnast HB-málverjin um oddasessin, sum fyrst og fremst er úrslit av einum kollektivum avriki

Fótbóltstos

Árið í fjør mundi kennast lítið hugaligt hjá Bárði Johannesen, ið sum vant aftur verjir HB málið í ár. Umframt at hann sjálvur var partur av skaðaalduni, sum rakti HB, so noyddist hann eisini inn í meskarnar eftir bóltinum nógv oftari, enn ein HB-málverji vanliga ger, men í ár er av álvara vent í holuni.

Øðrvísi í dag
Av plássi sínum í brotsteiginum hevur hann nú í trimum dystum eygleitt liðfelagarnar, meðan teir hava skotið HB upp á ovastu tindarnar. Eftir dystin móti B36 hittu vit málverjan á orði, og spurdu hann, um hann kann peika á nakað serstakt, sum ger, at gongdin í ár er somikið nógv øðrvísi.
- Tað var nú ikki fyrr enn í dag, at tað gekk so nógv øðrvísi. Hetta var fyrsta ferðin, at vit vunnu, uttan at spæla serliga sannførandi, og tað gjørdu vit ongan tíð í fjør.
- Annars er tann størsti munurin, at vit hava ein betri hóp í ár, og móti bæði NSÍ og KÍ sást hetta eisini aftur á spælinum. Í dag spældu vit væl fyrstu løtuna, men tá teir so minka um munin fáa teir veruliga strítt seg aftur í dystin, soleiðis at tað gjørdist heilt spennandi.

Viljin á muni
Undan kappingini varð eisini tosað um, at nú skuldu teir í HB prógva, at árið í ár bert var eitt stórt mistak. Heldur málverjin eisini, at hetta hevur sína ávirkan.
- Tað hevur tað heilt víst. Bara at vera til venjingarnar er nakað heilt annað í ár. Allir tíma og vilja gera sítt besta. Har er ongantíð soleiðis, at onkur kemur til venjing av tvang. Hugurin at spæla og stríðast er í topp hjá øllum ,og tað er so avgjørt nakað, sum gevur bonus, sigur altso Bárður Johannesen at enda.