Nú er Paludan dømdur fyri rasismu

Tað bleiv avgjørt í Eystara Landsrætti

 

Danski islamkritikarin og floksformaðurin í Stram Kurs, Rasmus Paludan, hevur fingið 14 dagar treytaðan fongsulsdóm. Tað fær hann fyri at hava brotið rasismulógina.

Hetta hevur Eystari Landsrættur júst staðfest. Rasmus Paludan skal eisini sjálvur gjalda rættarkostnaðin.

Nógv umtalaði politikarin varð í apríl dømdur 14 dagar treytaðan dóm fyri eina rasistiska útsøgn á einum av hansara mongu YouTube videobrotum.

Paludan hevur allatíð tvíhildið um, at hann ikki eigur at vera sekur. Men tað meinti Landsrætturin ikki, og nú er hann so dømdur fyri rasismu.