Tað vóru tvey og tvey lið, sum býttu um pláss, tá ið næstsíðsta umfar í næstbestu deildini var ídag.
Sum nevnt fyrr í dag endaði tað málleyst, tá ið KÍ hevði vitjan av Giza Hoyvík.
NSÍ og KÍ eru í tættari kapping um fimta plássið, sum ber eyka heimadyst við sær næsta ár.
Í dag hevði NSÍ vitjan av B71, ið fór suður aftur við 4-1 tapi. Úrslitið ber við sær, at NSÍ hevur 34 stig og harvið eitt fleiri enn KÍ, sum undan dagsins umfari var á fimta plássi.
Í fyrra hálvleiki skoraði André Olsen tvey mál og Debes Danielsen umsetti brotsspark til mál fyri NSÍ. Ibrahima Camara skoraði einsamalla málið fyri B71, og hálvleiksstøðan var 3-1. Fimm minuttir eftir steðgin staðfesti Dávid á Roykheyggi heimasigurin.
Í síðsta umfari skal NSÍ spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, meðan B71 skal spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur.










