Nú er Norðoyatunnilin veruleiki

Fast samband um Leirvíksfjørð var heitið á kunnandi fundinum um Norðoya tunnilin, sum fyrireikingarbólkurin í Norðoyggjum skipaði fyri hóskvøldið

Klaksvík:
Umleið 150 fólk vóru til fundin. Hann byrjaði við, at býráðsskrivarin John Færø bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni á fundinum. Síðani spældi Klaksvíkar hornorkestur tvey løg. Onkur tók skemtandi til, at teir vórðu bodnir við at blása ígjøgnum.
Síðani tók borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen orðið og takkaði teimum báðum gestunum, at teir vóru komnir til Klaksvíkar at kunna fólk um arbeiðið við Norðoyatunlinum. Steinbjørn kom eisini stutt inn á fyrireikingarnar, sum Klaksvíkar býur nú er farin undir í samband við komandi Norðoyatunnilin.
Stýrisbólkurin, sum er settur at fyrireika Norðoyggjar til fasta sambandið, hevur sett út í kortið nøkur øki. Tey eru millum onnur ítróttur-frítíð og mentan, skúli, fiskivinna og handilvirksemi. Ætlanin er so, at ein samskipari verður settur til at taka sær av arbeiðinum við at lýsa økini og koma við tilmælum um, hvat kann verða gjørt fyri at menna hesi øki.
? Norðoyatunnilin er nú veruleiki.
Tað vóru fyrstu orðini hjá nevndarformanninum í Norðoya tunlinum, Bergur í Garði. Hann segði eisini, at samskiftið við lokalsamfelagið er av stórum týdningi fyri arbeiðið við tunlinum. Og hann vísti á, at tað verður ein nýggj tíð fyri norðoyingar, tá fasta sambandið er komið. Síðani gav hann orðið til Dávur Reinert Hansen, stjóra í p/f Norðoyatunlinum.

Ikki minni ferðsla
Dávur Reinert Hansen kom fyrst inn á hetta, at tað sum tað ræður um er, tíðin sum kemur eftir fasta sambandið.
? Tað ræður um tíðina, sum kemur eftir, at tunnilin er komin. Sjálvt arbeiðið upp á hann varar bara í eitt ávíst tíðarskeið, so tí ræður meira um at hugsa um eftirtíðina, segði Dávur Reinert Hansen millum annað. Hann helt ein sera áhugaverdan fyrilestur um forkanningar, fyrireikingar og arbeiðið sjálvt. Hann greiddi sera nágreiniliga frá øllum arbeiðinum og allari arbeiðsgongdini.
Eisini samanbar hann Norðoyatunnilin við Vágatunnilin til nógvar av metingunum, sum felagið hevur gjørt. Millum annað staðfesti hann, at felagið ikki væntar minni ferðslu í Norðoyatunlinum enn tað í dag er í Vágatunlinum. Tað vil siga einar 700 bilar um døgnið.
Tølini yvir akfør um Leirvíksfjørð hevur felagið frá Strandferðsluni. Tey siga, at um 15 % av ferðsluni sum fer ígjøgnum Leirvíkstunnilin fer yvir um fjørðin. Tað vil siga umleið 300 bilar um dagin. Men so eru bilar, sum standa parkeraðir á ferjuleguni í Leirvík, tí fólk ikki taka teir við yvirum.
? Tað verður spennandi at síggja, hvussu nógvir av teimum bilunum fara at koyra yvirum tá tann tíðin kemur. Sostatt kunnu vit koma við eini varligari fyribils niðurstøðu, sum sigur, at tað væntandi ikki verður minni ferðsla í Norðoyatunlinum enn í Vágatunlinum, segði Dávur Reinert Hansen.
Tá Dávur Reinert Hansen var liðugur at greiða frá, var høvi hjá fólki at seta spurningar. Tað vóru ikki so nógvir spurningar, og orðaskiftið var tí stutt. Men til dømis spurdi ein maður um møguliga kostnað at koyra yvirum. Men sum væntað, so var tað ógjørligt hjá teimum báðum at siga nakað um prís so tíðliga í verkætlanini.
Ein kona reisti seg upp og spurdi, hvar allar kvinnurnar eru í hesum høpinum.
? Eg hoyri bara allar hesar nevndirnar og bólkarnar, sum eru og skulu verða sett í sambandi við fyrireikingararbeiðið í Norðoyggjum. Men ongin kvinna er í hesum bólkunum, og tí spyrji eg bara, um tað ikki er nøkur kvinna í Norðoyggjum, sum er egnað til at sita í einum tílíkum bólki ella hvat?
Tað bleiv klappað fyri hennara fyrispurningi, og Steinbjørn Jacobsen segði, at næsti bólkurin er um at verða settur, og har verða konufólk við.
Tá orðaskiftið var av, fingu fólk ein kaffimunn og køku, og so gingu tey runt og tosaðu saman um ta spennandi tíðina, sum nú liggur fyri framman í Norðoyggjum.
Øll eru fegin um, at tunnilin nú fer at koma, og í Ósáskúlanum hetta kvøldið lat tað til, at trý ár er um heilt stutta tíð.