Nú er nógv bíligari at fylla sær tangan

Korona kreppam merkist væl á pengapunginum hjá teimum, sum koyra nógv í bili, og hjá teimum, sum hava oljufýr

Tað er ikki so øgiliga nógv at fegnast um í hesum døgum. Men tey, sum koyra nógv í bili, og tey, sum hava oljufýr, merkja í hvussu so er koronakreppuna væl á pengapunginum.

Hesa seinastu tíðina eru prísirnir á bensini, diesel, og húsarhaldsolju, falnir munandi, og serfrøðingar siga, at tað er koronakreppan, sum hevur ein stóran leiklut í prísfallinum.

Prísurin á brennievni er at kalla akkurát tann sami hjá báðum oljufeløgunum og eitt yvirlit vísir, at á nýggjárinum kostaði ein litur av bensini 9,59 krónur hjá Magn, men síðani er prísurin fallin niður í 1,25 krónur fyri liturin, so í dag kostar hann 8,34 krónur.

Á nýggjárinum var prísurin á diesel, 8,04 krónur fyri liturin, men í dag er hann 6,29 krónur, ella 1,75 krónur lægri.

Prísurin á húsarhaldsolju er fallin líka nógv, tí hon kostaði 7,25 krónur fyri liturin á nýggjárinum, men í dag kostar hon 5,50 krónur fyri liturin.

Tað merkir, at stendur hesin prísurin við, sparir eitt nokk so vanligt húsarhald, sum brúkar einar 3.300 litrar av olju um árið, heilar 5.557 krónur í olju um árið.

Hendrik Egholm, stjóri í Magn, sigur, at tað er ringt at meta um, hvønn veg, prísurin fer í næstum.

Men hann leggur afturat, at tað eru ógvuliga fáir greinarar, sum meta, at prísurin fer upp aftur í næstum.

Og tað eru eisini granskarar, sum meta, at hann fer at lækka nógv afturat.

Men sostatt eru tað tey flestu, sum meta, at prísurin á brennievni fer í hvussu so er at verða verandi lágur hesa næstu tíðina.

Stjórin á Magn sigur, at tað merkist á søluni av bensini og diesel, at bilaferðslan er munandi minkað. Samstundis standa Bygdaleiðir stillar og vinnulívið hevur avmarkað virksemi.

Hinvegin merkist tað eisini, at nógv fólk eru heima, tí nýtslan av olju til húsarhaldini er vaksin.

Prísásetingin av olju er øðrvísi í Føroyum enn í aðrastaðni. Hendrik Egolm sigur, at aðrastaðni er tað í stóran mun dagsprísurin á olju, sum avgerð prísin til viðskiftafólkini.

Men í Føroyum verður prísurin ásettur eftir einum roknaðum miðalprísi í ein mánað. Úrslitið av tí er, at prísurin í Føroyum sveiggjar minni enn aðrastaðni og bæði tá ið prísurin lækkar, og tá ið hann hækkar, slær tað seinni ígjøgnum í Føroyum enn aðrastaðni.