SUPERLIGAN
Tað gerst alt tættari í kappingini um danska meistaraheitið. Í vetrarsteðginum var Brøndby sekstan stig frammanfyri FCK. Eftir at várhálvan er seks umfør gomul, er munurin millum tey bæði stórfeløgini minkaður til fýra stig.
Brøndby og FCK skulu spæla eina ferð afturat í hesum kappingarárinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at um Brøndby kiksar eina ferð afturat, og FCK fer at halda fram við at vinna, soleiðis sum teir hava gjørt higartil í vár, so bendir alt á, at tað, sum í vetrarsteðginum var óhugsandi, fer at gerast til veruleika, og at tað harvið verður FCK og ikki Brøndby, sum verður meistari.
Leygardagin hevði FCK í Parkini vitjan av illa stadda FCN. At Todi Jónsson og fleiri liðfelagar eru skaddir, og at tveir FCK spælarar vóru leikbannaðir, bar við sær, at teir í FCK vóru noyddir at tøma hópin, sum venjarin, Hans Backe, tók til. Tað vildi m. a. siga, at tveir ungir spælarar, sum hava vant saman við teimum bestu síðani í summar, vóru á beinkinum, og teir vórðu báðir settir á vøllin.
Tað tók sína tíð, men enn eina ferð eydnaðist tað FCK at vinna. Tá ið eitt korter var eftir stútaði Peter Møller, sum stutt frammanundan var komin á vøllin, vakurt til 1-0, eftir at Jesper Bech hevðí lagt innfyri, og nakrar minuttir seinni setti Álvaro Santos, sum enn eina ferð royndist sera væl, krúllin undir frísparksinnlegg frá Magna Hoseth.
Harvið hevði FCK lagt eyka trýst á Brøndby, sum sunnudagin átti heimavøll móti Silkeborg. Brøndby hevði stóra yvirvág, og teir spældu væl, og teir vóru ofta frammanfyri Silkeborg málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin inn um Silkeborg málverjan, Henrik Ipsen, sum var ein sannur brandur.
FCM er framvegis á triðja plássinum, men eftir at teir høvdu spælt tjúgu ferðir á nýggja stadion, uttan at mótstøðuliðið hevði vunnið, taptu teir. AGF, sum bara hevði vunnið eina ferð í vár, var fyrsta felagið, sum fór við øllum av SAS arenuni. Teir vunnu 1-0.
OB hevur leingi verið í tungum sjógvi, og viðhaldsfólkini hava síðstu tíðina aftur og aftur givið til kennar, at tey vilja hava, at felagið gevur venjarunum báðum sekkin. Tað vil stjórin í felagnum ikki hoyra talan um, og kanska fingu venjararnir eitt sindur av kredit, eftir at undirhaldandi uppgerð á heimavølli móti Viborg endaði málleys.
Esbjerg plagar at vinna stórt á heimavølli móti Herfølge, og tað gjørdu teir aftur hesa ferð. Úrslitið var 5-1. Tá ið Herfølge minkaði um munin til 5-1, hevði Herfølge spælt 728 minuttir uttan at gera mál á útivølli.
Støðan í botninum broyttist einki, tá ið tað ræður um stig. Randers, sum hevur havt ávísan undanvind seinastu ferðirnar, hevði vitjan av AaB, og teir í Aalborg vóru sannførandi í grannauppgerðini. Teir vunnu 4-0.