Tað, sum hevur fylt mest hjá Skúvoyar kommunu seinastu tvey árini, er helst arbeiðið at fáa kloakkskipanina gjørda eftir krøvunum frá myndugleikunum.
Harry Jensen, borgarstjóri, vísir á, at kommunustýrið í samband við hetta arbeiði valdi at burturbeina allar rottangar og seta ein felagstanga til alla bygdina ístaðin.
Fyri eina so lítla kommunu sum Skúvoyar kommunu var hetta eitt ógvuliga stórt og kostnaðarmikið arbeiði.
- Hetta hevur kostað kommununi so mikið nógv, at tað er ikki nógv annað at gera enn at verja borg og ikki brúka meira pening enn hægst neyðugt tað, sum er eftir av skeiðnum.
Spurdur, hvat hevur verið gott og minni gott í árinum, sum nú gongur móti endanum, heldur Harry Jensen, at nógv er ikki at siga um hesar spurningar.
- Okkurt er gott, og okkurt er minni gott, men sum heild hevur alt verið rímiligt, heldur hann fyri.
Jólini hjá borgarstjóranum í Skúvoyar kommunu verða hildin í Skúvoy við tí, sum hoyrir jólunum til – við góðum mati og kirkjugongd.
- Konan hevur mammu á Sandi, so um veðrið loyvir tí, verður hon kanska onkran dag saman við henni og børnunum, sum eisini verða har.
Harry Jensen vísir á, at hann hevur væl av seyði í fjósinum, høsn og tveir hundar, og tey skulu eisini hava tað gott á jólum.
- Kríatúrini gera eisini, at tú noyðist út at geva teimum, og tískil kanst tú – heldur ikki um jólini – bara bíða eftir næstu máltíð, sum hann tekur til.
Borgarstjórin sigur seg eisini vóna, at veðrið verður hampiligt um jólini, tí sum hann vísir á, so eru tey í Skúvoy slett ikki mannaði, um stormskaðar skuldu rakt bygdina.
- Her eru ikki so nógv fólk eftir og fleiri av teimum tiltøkum, sum plagdu at vera, eru ikki longur. So, jólini eru meira friðarlig nú, sigur Harry Jensen í Skúvoy.










