Nú er Magni aftur á Fólkatingi

- Hesir báðir hittist á Fólkatingið. Tann eini farandi, hin komandi.

Tjóðveldi hevur aftur skift út í fólkatingssessinum á Christiansborg. 

 

Seinastu mánaðirnar hevur Torbjørn Jacobsen havt sæti á Fólkatingið, men í vikuni takkaði hann fyri seg, og vendir nú nøsini heimaftur til borgarstjórasessin í Runavík. 

 

Magni Arge hevur seinastu mánaðirnar einans røkt løgtingssessin, men nú er hann farin aftur á Fólkating - hesaferð bæði sum løgtings- og fólkatingsmaður. 

 

Tað er annars Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum varð valdur á Fólkating við valið í fjør. Magni Arge varð næstvaldur, meðan Torbjørn Jacobsen var sættur á Tjóðveldislistanum. Millum teir baðar á myndini vóru Kristina Háfoss, Sirið Stenberg og Annita á Fríðriksmørk, sum allar bóru seg undan at røkja sessin í fjør, tá ið Magni Arge fór úr sessinum fyribils.