Í gjár varð aftur lógligt at koyra við píkadekkum í Føroyum. Er bilurin nú vetrarklárur?
- Hálkan kemur oftani óvart á okkum. Knappliga ein morgun, tá tú skalt til arbeiðis, er svarthálka. Tað eru alt ov mong, ið taka kjansir í koyring á vetri og bíða ov leingi at fáa vetrardekkini á. Eru vetrardekkini ella píkadekkini ikki komin á, økist vandin beinanvegin fyri ferðsluóhappi. Tí ræður um at vera væl skøddur í góðari tíð, skrivar Landsverk í eini áheitan til bilførarar.
Sambært kanningum hjá Landsverki seinnu árini eru tað alsamt fleiri bilførarar, sum velja vetrardekk fram um píkadekk. Av tí at summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari, sum harðnar, tá tað er kalt, eru øll vetrardekk betri enn summardekk um veturin. Tí eiga øll at nýta vetrar- ella píkadekk, tá vit nærkast kuldastigunum.
Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum frá 16. oktober til 30. apríl.
Í Føroyum fylgja vit ES-krøvum um mynsturdýpd á dekkum. Mynsturdýpdin á dekkum skal sambært "detail forskrift for køretøjer" í minsta lagi vera 1,6 mm. Tó vilja fakfólk vera við, at summardekk í minsta lagi skulu hava 2 mm dýpd og vetrardekk 3 mm mynsturdýpd.
- At enda ein áheitan til allar bilførarar at koyra varliga í vetrarferðsluni. Lat ferðina taka ta tíð, sum krevst og halt fjarstøðu frá bilinum frammanfyri. Koyr altíð eftir umstøðunum, skrivar Landsverk.
Viðmerkjast skal eisini, at frá 1. desembur til 30. apríl er bannað at koyra við summardekkum, um tað er hált.