Eina viku eftir dramatiska valið í Svøríki eru allar atkvøðurnar nú endaliga taldar upp, upplýsa svenskir myndugleikar. Tað hevur tikið longri tíð enn vanligt at telja alt upp, tí valluttøkan var so stór, og nógvir veljarar hava brævatkvøtt.
Fínteljingin broytir kortini ikki uppá nakað. Reyðgrøni blokkurin hevur enn tryggjað sær 144 tingsessir, borgarligi blokkurin 143 og Svøríkisdemokratarnir 62.
25. september skal Ríkisdagurin kallast saman, og tá verður greitt, um forsætisráharri, Stefan Löfven, framhaldandi verður sitandi við valdinum. Um hann ikki fær stuðul frá meir enn helvtini, skal formaðurin Ríkisdegnum velja eitt annað valevni, sum møguliga kann fáa meiriluta og gerast forsætisráharri. Hetta kann hann gera fýra ferðir, og hendir tað, at eingin yvihøvur fær meiriluta, verður nýval útskrivað.