Nú er greitt hvussu spælast skal í Betri-deildini hjá monnum, sum fer í gongd tann 11 mars. Áðrenn jól kom fram, hvussu 1.umfar í kappingini sá út, og nú eru so hini 26.umførini eisini komin út.
Sermerkt við kappingini í ár er, at KÍ og HB millum annað møtast í Klaksvík á SummarFestivalinum í august. Eisini er sermerkt, at seinasta umfar áðrenn summarsteðgin er spjatt millum tríggjar dagar. Tríggir dystir vera spældir tann 22. juni, ein dystur verður spældur tann 23. juni og seinasti dysturin í 15'inda umfari verður spældur 24. juni.
Betri-deildin byrjar aftur eftir summarsteðgin síðst í juli – tann 27. juli. Tá verður 16 umfar spælt. Tó er sermerkt, at Víkingur og EB/Streymur ikki spæla 16'inda umfar tá, men heldur spæla tað tann 27. juni. Hetta kemst av, at Víkingur skal luttaka í Champions League kappingini og Europa League kappingini.
Í seinasta umfarinum í deildini sær kappingarskráin soleiðis út: HB-Víkingur, NSÍ-KÍ, EB/Streymur-AB, Skála-B36 og Suðringar-07 Vestur. Øll kappingarskráin sæst her.