Nú er komið at evstu stund

Tað er ein gamal spádómur í Føroyum, at loysingin, tá hon einaferð kom, fór at koma úr Danmark og ikki úr Føroyum

Danir blivu at keðast av føroyingum so at teir blivu bidnir um at sigla sín egna sjógv. Nú er farið at líkjast hesum spádómi, danski statsministarin hevur haft peikifingurin á lofti og tala at. Næsta stigið hjá okkum má vera loysing og tá manglar so lítið í. Tað sær ikki matari út, enn at Javnaðarflokkurin er blivin ein loysingaflokkur. Fleiri av okkum, sum nú eru blivin eldri og gomul, eru alt annað enn fegin um at so skal vera. Eingin tinglimur í flokkinum sigur eitt einasta orð, tey lata bara standa til. Minka blokkin til at hjálpa til loysing við, tað er so ørt, sum hugsast kann. Tit eiga einki í tí, ið eftir er av blokkinum. Blokkurin ið eftir er, hoyrir fyri ein stóran part til tað føroyska sjúkhúsverkið og pensjonistarnar. Sum tað ljóðar, er ikki eiti á fyrimunir vit fáa, um vit fáa loysing, alt annað er gloymt. Tað vit hava hevur ongan týdning, tað verður ikki viðlíkahildið, vit vilja einans hava meir. Tað týðir uppá, at vit eru kedd av at hava tað gott. Tí gott hava vit tað ídag, sum ongantíð áður. Vónandi stendur Anders Fogh Rasmussen aftanfyri síni orð, so okkara politikkarar fáa nakað at hugsa um og koma aftur á jørðina. Fyri mongum árum síðan hoyrdi eg ein mann, ið var javnaðarmaður, siga: at Tjóðveldi kom ikki at fremja loysing í Føroyum. Bleiv nøkur loysing, so kom hon frá Javnaðarflokkinum. Hesir báðir spádómar, ið her eru nevndir eru at ræðast. Eitt er heilt vist, verður loysingin verunleiki, so má repast á øllum økjum og tað við lít. Livifóturin má munandi niður, um ikki so langt niður sum í Portugal ella Kosovo.