Nú er klárt at selja bláu lastbilarnar

Í dag skuldi starvsfólkið fáa boð um, at størvini hjá teimum verða ikki til leingi afturat, tí nú verða Farmeleiðir hjá Strandferðsluni seldar

Einskiljing
 

 Nú hava øll starvsfólkini á Farmeleiðum hjá Strandferðsluni fingið boð um, at størv teirra verða ikki til longi afturat.
Orsøkin er, at nú hevur landsstýrið tikið endaliga avgerð um einskilja Farmaleiðir.
Í løtuni verður síðsta hond løgd á ætlanina at einskilja Farmaleiðir. Sostatt verða tær lýstar til sølu í allar nærmastu framtíð og longu 1. apríl, skal sølan verða avgreidd.
Landsstýrið og Strandferðslan leggja dent á, at broytingarnar verða framdar við virðing fyri starvsfólkunum og í hesum sambandi fáa øll starvsfólkini á Farmaleiðum takk fyri tað sera góða avrik, tey hava skapað øll hesi seinastu árini, hóast umstøðurnar mangan hava verið truplar og ótryggar, siga Strandferðslan og Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi í dag.
Av tí at tað snýr seg um munandi broytingar í starvsviðurskiftunum, hava starvsfólkini ikki skyldu til at halda fram hjá nýggja arbeiðsgevaranum.
Starvsfólkini hava tó fingið tilboð um at fylgja við í søluni yvir til tann, sum yvirtekur Farmaleiðir. 
Tey starvsfólk, sum ikki ikki vilja halda fram hjá nýggja arbeiðsgevaranum fáa ætlanarskriv um uppsøgn eftir teimum reglum og sáttmálum, sum eru galdandi.
Men tey starvsfólkini, ið ynskja at halda áfram hjá nýggja arbeiðsgevaranum, varðveita sína uppsagnartíð hjá nýggja arbeiðsgevaranum.
Tilsamans arbeiða 31 fólk hjá Farmaleiðum.
Øll verða tó ikki søgd um, tí nakað av fólki verður eftir. Her er talan um tey, sum avgreiða skip og tey, sum arbeiða í pakkhúsum og einstøæk afturat. Mett verður, at eini 10 fólk skulu verða eftir hjá Strandferðsluni.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, ásannar kortini, at tað er tó ongin trygd fyri, at tey sleppa at varðveita størvini, tí nýggi eigarin hevur sjálvandi fríar ræsir at leggja til rættis og skipa fyri, soleiðis sum hann vil og at hava tey fólk í starvi, sum hann heldur tæna endamálinum best.
Samstundis, sum Farmaleiðir verða einskildar, verður eisini arbeitt við at bjóða út siglingina út í Mykines, út til privat at reka og tað skal verða longu frá 1. mai. Men tann, sum fær ta rutuna at røkja, skal eisin binda seg til at avgreiða farmaflutningin ímillum Sørvág og Mykines.
Gevst við øllum flutningi
Einskiljingin ber í sær, at  Strandferðslan nú gevst við øllum farmaflutningi á landi .
Tó verður ein avmarkaður flutningur eftir á einstøkum økjum. Eitt nú skal Strandferðslan varðveita ein ávísan fiskaflutning ímillum pakkhúsið í Havn og pakkhúsið á Tvøroyri. Harafturat skal Strandferðslan varðveita flutningin av stykkjagóðsi ímillum Klaksvík og bygdirnar í Kalsoy, Svínoy og Fugloy og harafturat skal flutningurin av stykkjagóðsi ímillum pakkhúsið í Havn og Hestoy, umframt ímillum bygdirnar í Sandoy og Skúvoynna, varveitast hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan fer eisini lutvíst at taka sær av fiskaflutningi úr meginøkinum og í Sandoynna.
Í dag eru Farmaleiðir skipaðar soleiðis, at skipaavgreiðsla, pakkhús og akfør hanga saman í einum samlaðum kervi.
Við søluni skulu Farmaleiðir skiljast sundur, soleiðis at nakrar uppgávur, eitt nú pakkhúsini í Suðuroy, Tórshavn og í Klaksvík, verða verandi eftir í Strandferðsluni. Eisini skal útbúnaður til skipaavgreiðslu framvegis verða eftir á Strandferðsluna.
- Hetta er neyðugt fyri at virksemið hjá Strandferðsluni við at flyta farm sjóvegis kann halda fram,tí Strandferðslan hevur flutningsskyldu á sjónum, sigur Jacob Vestergaard.
Í sambandi við at nýggi Smyril kom, keypti Strandferðslan átta køli- og frystilastir og tær verða allar verandi eftir í Strandferðsluni, so at hon kann røkja sjóvegis flutningsskylduna til Suðuroyar.
Somuleiðis verður ein forvognur eftir í Suðuroy.
Annars er ikki ætlanin, at koyra fisk runt til fiskavirkini í Suðuroy, tí har eru veitarar, sum kunnu taka sær av tí. Tó ber til í undantaksføri at koyra runt í Suðuroy við fiski, tá ið smápartí til fleiri keyparar er í somu bingju, ella tá ið viðskiftafólkini ikki sjálvi kunnu heinta hann. Tí verða frystilastirnar varðveittar.
Jacob Vestergaard sigur, at í ár verður annars farið undir at byggja nýtt pakkhús á nýggju samferðsluhavnini á Krambatanga og tá verður støða  av nýggjum tikin til útkoyring av fiski í Suðuroy.
Strandferðslan skal eisini framyvir skipa fyri landvegis flutningi av stykkjagóðsi og avmarkaðum fiskaflutningi millum pakkhúsið í Havn og bygdirnar á Sandoynni og Skúvoyar hvønn gerandisdag í viku.
Ein bilur verður eftir í Sandoy til at røkja hesa uppgávu.
Standferðslan skipar eisini soleiðis fyri, at at farmur kann latast inn og heintast í einum avgreiðsluhøli í Klaksvík. Farmurin verður koyrdur millum hetta avgreiðsluhølið og allar bygdir í Kalsoy og Hvannasund einar 2 ferðir um vikuna.
Annars fer Strandferðslan framvegis at avgreiða farm, sum skal flytast sjóvegis, tí tað hevur hon skyldu til.
Men allur annar flutningur eftir landi, heldur uppat, uttan tann avmarkaði flutningurin í Suðuroy, Sandoy og Norðoyggjum og øðrum útoyggjum.
Men flutningurin fevnir heldur ikki um vøru, sum kann flytast við við Postverkinum ella sum vinnuligur flutningur.
Somuleiðis verður allur serflutningur hereftir einans røktur av privatum flutningsfeløgum.
 
 
MYND AV F ARMALEIÐUM