10 ár eftir at hann vann X Factor kappingina og gjørdist landskendur í Íslandi, hevur Jógvan Hansen saman við tveimum vinmonnum latið upp nýtt undirhaldsstað í Reykjavík.
Grøna Herbergið hevði móttøku fyri innbodnum mikukvøldið, og um vikuskiftið hevur staðið, sum eisini fer at ganga undir navninum Green Room, opið fyri almenninginum.
Jógvan Hansen, Fríðrik Ómar Hjørleifsson og Vignir Snær Vigfússon eiga í felag Grøna Herbergið, og teir fara allir at verða við í rakstrinum av staðnum. Teir hava kenst og samstarvað um tónleik ígjøgnum nógv ár, og nú hava teir tikið stigið inni í undirhaldsvinnuna sum eigarar av spælistaði og náttklubba.
- Vit halda, at tað er spennandi og avbjóðandi at fara í holt við hetta staðið. Vit vita, at tað verður krevjandi at reka eitt slíkt stað, men vit eru eisini uppsettir upp á at fáa tað at koyra væl, sigur Jógvan Hansen.
Jógvan og samstarvsfelagarnir fara sjálvir at hava framførslur í Grøna Herberginum, men teir fara eisini at brúka aðrar tónleikarar á spælistaðnum, sum hevur tey, ið eru eldri enn 25 ár, sum málbólk.
Green Room heldur til á Lækjaragøtu í miðbýnum í Reykjavík. Adressan hevur áður hýst einum strippklubba við ivasomum umdømi, men tann tíðin er nú farin.
- Vit hava fullkomiliga bygt staðið upp frá nýggjum. Hvørt horn í hølunum er gjørt av nýggjum. Vit hava stríðst og strevast saman við góðum fólki í langa tíð fyri at fáa staðið so flott og innbjóðandi sum gjørligt, sigur Jógvan Hansen.
Grøna Herbergið er í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er barr og pallur við spildurnýggjum digitalum ljóðanlegg, og har fara tónleikarar at framføra live. Í ovaru hæddini er cocktail-barr og flygul.