Hóast lotið mangan kann vera kalt í Føroyum, so er kortini vandi fyri at brenna seg í sólini, sum hevur verið seinastu dagarnar.
Ivaleyst eru tey mong, sum hava notið sólstrálurnar hetta vikuskiftið, og hóast vit helst ikki altíð eru so tilvitað um vandan við sólini, tá ið tað ljósnar her á klettunum, so er kortini umráðandi at hava sólráðini í huga.
Tey trý s'ini, sum danska krabbameinsfelagið minnir á á hvørjum árið eru. Siesta, sólhat og sólkrem. Tí sólin er sterkast millum 12 og 15, og tað eru tá, at sólstrálurnar kunnu vera vandamiklar. Tí er eitt gott ráð, at halda seg innandura hesar tímarnar, um sólin skínur.
Víðari sigur danska krabbameinsfelagið, at ein sólhattur eisini er góður at hava, tí soleiðis verjir tú andlitið og partvíst herðarnar og bringuna, og tað er mangan hesi økið, sum verða harðast rakt av sólstrálunum.
Helst tað mest viðkomandi ráðið fyri okkum føroyingar er sólkrem. Tí í kalda lotinum er skjótt, at man ikki merkir, hvussu sólin brennir húðina. Tí er umráðandi at hava sólkrem á, um man er úti í góðveðrinum í fleiri tímar.