Deksbáturin FRAM TN2 er nú settur til sølu. Tað var Laurits Debes, Laurits í Mortanstovu í Havn, ið bygdi bátin í 1921. Hann verður sostatt 100 ár um fýra ár.
Tórshavnar kommuna vil, at báturin verður varðveittur og brúktur í Tórshavnar kommunu, og kommunan er sinnað at selja FRAM við lagaligum treytum til felagsskap í kommununi, boðar hon frá nú.
Fram bleiv bygdur í 1921 og er 13,53 brutto tons og 5,20 netto. Ein nýggjur Volvo Penta motorur varð settur í bátin í 2005.
Bátinum tørvar munandi ábøtur. Hann er illa hildin seinastu árini, og Tórshavnar býráð metir, at tað fer at kosta 1,3 milliónir krónur at seta hann í stand aftur.
Býráðið keypti Fram fyri 700.000 krónur í 2011. Fyrstu árini varð hann brúktur til ymiskar framsýningar, eitt nú umboðaði hann Havnina á bátastevnum, eins og at hann var opin fyri almenninginum á ólavsøku.
Nógv hava harmasst um avgerðina, millum annað felagið Føroysk Træseglskip, sum meina, at Fram er eitt skip, sum er vert at varðveita.
Tað var 5. mars, at Tórshavnar býráð samtykti at selja deksbátin.










