Nú hevur Dan Nielsen tikið við sum býráðsformaður á Tvøroyri. Og tað starvið skal hann røkja til valdi býráðsformaðurin, Páll Vang, kemur aftur.
Tað var á fundi mánadagin, at Tvøroyrar Býráð umskipaði seg. Samtykt varð, at næsti maður á samgongulistanum tók sæti í býráðnum fyri Páll Vang.
Tað er Finnleif Guttesen, sum sostatt nú er komin í Tvøroyrar Býráð.
Samstundis tekur varabýráðsformaðurin, Dan Nielsen, við sum býráðsformaður. Finnleif Guttesen tekur nú sæti í teimum nevndum, sum Dan Nielsen hevur verið í. Talan er um teknisku nevnd, mentamálanevnd, vinnunevnd, brunanevnd og ferðslunevnd, og tær skipa seg nú av nýggjum.
Dan Nielsen arbeiðis í Føroya Banka, men haðani fer hann í farloyvi frá 1. februar fyri verða býráðsformaður fulla tíð.
Alt hetta er ein avleiðing av, at valdi býráðsformaðurin, Páll Vang bleiv brádliga illa sjúkur á jólum. Hann er í viðgerð á donskum sjúkrahúsi og útlit eru til, at tað gongur nakað av tíð, áðrenn hann verður arbeiðsførur aftur.