Nú er bert eitt stig á muni

Við 1-1 javnleikinum móti »The Villains«, mistu Arsenal enn tvey týdningarmikil stig í stríðnum um meistaraheitið í ensku Premier League. Manchester United, Chelsea og Liverpool gjørdu sína skyldu, tá tey vunnu móti ávíkavist Fulham, West Ham og Bolton

Arsenal høvdu fyri tveimum vikum síðan, ein mun niður til argastu kappingarneytarnar áljóðandi fimm stig, men við tveimum javnleikum móti minni góðum liðum, hava teir nú bert ein mun áljóðandi eitt stig.


Bendtner bjargaði »The Gunners«

Langt inni í yvirtíðini, eydnaðist tað Nicklas Bendtner at javna fyri Arsenal, ið vóru so óhepnir at gera sjálvmál í fyrsta hálvleiki. Phillip Senderos var tann óhepni, ið beindi einum innleggi, í egið mál, longu eftir 27 minuttum.

Bendtner var innskiftur, og hann takkaði fyri vísta álitið, og vann Arsenal eitt sera týdningarmikið stig.


Hvíld til Ronaldo og Rooney

Hóast Sir Alex Ferguson hevði valt at hvíla Cristiano Ronaldo og Wayne Rooney, undan týdningarmikla dystinum móti Lyon í Champions League, megnaðu hinir Reyðu Djevlarnar, láturliga lætt, at niðurspæla Fulham, ið ikki imponera. Teir eru næstniðastir í deildini, og hava tapt eina rúgvu av dystum á rað, so sjálvsálitið hjá teimum er alt annað enn gott í løtuni.

Owen Hargreaves var ein av leikarunum á United miðvøllinum, og hann er kanska ikki so væl kendur sum málskjútti, men tann leiklutin slapp hann at royna seg í móti Fulham. Tá 15 minuttir vóru spældir fekk United fríspark, og tað setti Hargreaves væl í netmeskurnar. Hetta er fyrsta mál hansara fyri United, síðan skiftið til Onglands, frá Bayern München í fjør. Hini bæði málini í 3-0 sigrinum skoraðu Ji-Sung Park, og so eitt sjálvmál frá Simon Davies.


Stríð um fjórða pláss

Liverpool liðini, Liverpool og Everton, vunnu bæði sínar dystir um vikuskiftið, og í báðum førum var talan um 3-1 sigrar. Liðini, ið vóru fyri tapi vóru ávíkavíst Bolton og Portsmouth.

Liverpool byrjaðu nógv betur, tá teir vóru á vitjan hjá Bolton, og tá bert 12 minuttir vóru spældir, fingu Liverpool og Steven Gerrard eina hjálpandi hond frá Jussi Jääskelainen í Bolton málinum, tá hesin onkursvegna misti bóltin, ið so hoppaði spakuliga inn í málið. Eitt sera undarligt sjálvmál, ið er vert at síggja aftur.

Hini málini hjá Liverpool skoraðu Ryan Babel og Fabio Aurelio, meðan Tamir Cohen opnaði sína málkonto fyri Bolton.

Fyri Everton var tað, sum ikki einaferð, Yakubu Aiyegbeni, ið opnaði málveitsluna, og móti endanum fekk hann eitt mál afturat. Tim Cahill skoraði næsta málið fyri Everton. Málið hjá Portsmouth skoraði Jermaine Defoe, ið nú hevur skorað trý mál í fýra dystum fyri liðið hjá Harry Redknapp, ið annars hevði føðingardag sunnudagin. Everton eru nú á 53 stigum, og Liverpool hevur 50 stig, men eisini ein dyst á láni. So hvussu leikur fer at gangast, er ikki gott at vita, men spennandi er tað í øllum førum.


Chelsea jakstra oddaliðini

Við einum 4-0 sigri heldur Chelsea enn eitt trýst á oddaliðini bæði, og sambært liðskipara teirra, John Terry, trúgva teir enn uppá at tað fer at eydnast teimum at vinna meistaraheitið. Málini hjá Chelsea skutu Frank Lampard, Joe Cole, Michael Ballack og Ashley Cole. Harafturat má nevnast, at Lampard fekk reytt kort í dystinum, og tað ætla Chelsea, staðiliga at heita á enska fótbóltssambandið (F.A.), um at taka karantenuna aftur. Tí hann er ein sera týdningarmikil leikari.



Í boks:


Úrslitini um vikuskiftið:

Arsenal-Aston Villa        1-1 (Bendtner – s.m.)

Birmingham-Tottenham 4-1 (Larsson, Forssell 3 - Jenas)

Bolton-Liverpool            1-3 (Cohen – s.m., Babel, Aurelio)

Derby-Sunderland         0-0 (Ongi mál)

Everton-Portsmouth      3-1 (Yakubu 2, Cahill - Defoe)

Fulham-Man. Utd.           0-3 (Hargreaves, Park, s.m.)

Man. City-Wigan             0-0 (Ongi mál)

Middlesbrough-Reading  0-1 (James Harper)

Newcastle-Blackburn      0-1 (Matthew Derbyshire)

West Ham-Chelsea         0-4 (Lampard, J.Cole, Ballack, A.Cole)