Nú er avgjørt hvør fær teir fyrstu tunlarnar

Næsta ár fer nýtt sjakk hjá Landsverkið undir at gera tunlar til ymsar smábygdir og nú er greitt, hvørjir teir báðir fyrstu tunlarnir vera

Løgtingið hevur nú endaliga samtykt, at Landsverk skal skipa eitt sjakk av fólki, sum skulu gera tunlar til ymsar smábygdir. Sostatt skal Landsverk aftur fara at gera tunlar, akkurát sum fyrr. Annars eru allir tunlar í Føroym bjóðaðir út til privatar fyritøkur at gera.

 

Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Henrikki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, tí hann er sannførdur um, at hetta er einasti møguleiki yvirhøvur hjá ymsum smábygdum at fáa tunnil.

 

Talan er um tunnil til bygdir sum Fámjins, Dals, Tjørnuvíkar og Gjáar, sum hugsað hevur verið um at nýggja tunlasjakkið skal gera tunlar til. Hetta eru alt bygdir, politikarar hava tosað um at gera tunnil til í ein mansaldur, men hesar bygdirnar verða við sviðusoð hvørja einastu ferð, tí tað endar altíð við, at størri verkætlanir verða tiknar fram um.

 

Tí setti Henrik Old upp á at Landsverk skuldi skipa eitt sjakk, sum skuldi gera hesar tunlarnar, ein og ein. Ætlanin var at játta átta milliónir til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár, men tá ið avtornaði varð ein millión tikin av, so nú hevur sjakkið sjey milliónir at arbeiða fyri næsta ár.

 

Henrik Old sigur, at tað er eyðsæð, at við hesari attanini ber tað ikki til at keypa nakra útgerð og tí verður nú farið undir at leiga útgerð.

 

Hinvegin hevur hann ongantíð viljað sagt, hvørjari raðfylgju, hann kundi hugsað sær, at tunlarnir vórðu gjørdir, tí hann helt, at tað fór bara at grugga málið og at enda við eini orrustu, sum kundi sett alla verkætlanina í vanda.

 

Men nú hevur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum tikið ein part av avgerðini fyri landsstýrismannin. Sum vit lósu í morgun, er ætlanin, at tann eini av hesum tunlum, Fámjinstunnilin, skal bjóðast út saman við nýggja Hvalbiartunlinum, og hann verður so ein tann allarfyrsti, sum verður gjørdur.

 

Men annars sigur Fíggjarnevndin, at semja er um, at fyrsti tunnilin, hetta nýggja tunlasjakkið fer undir, er tunnilin til Dals. Tann tunnilin verður mettur at vera serliga átrokandi at gera, tí vegurin, sum nú er til Dals, verður mangan nevndur vandamiklasti bygdarvegur í landinum.

 

Fíggjarnevndin er esini samd um, at annar tunnilin, sjakkið skal undir, er tunnilin til Tjørnuvíkar, har vegurin eisini er sera vandamikil, tí tað leypir so ofta á hann.

 

Sostatt er greitt, at tað serliga eru tunnilin til Fámjins, til Dals, og til Tjørnuvíkar, sum verða gjørdir fyrst, og so verður tunnilin til Gjáar gjørdur seinast.