Nú er aftur vandi fyri at øll aling í Suðuroy fer fyri bakka

Nú nýval er útskrivað, ivast Bjarni Djurholm, um hann hevur heimild at geva endurreistu alivinnuni í Suðuroy aliloyvi. Tí er vandi fyri, at málið verður súltað, líka til nýggj samgonga er skipað eftir valið. So hendir onki, fyrrenn í vár og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar

Aliloyvi

Øll tey mongu, sum reistust úr stólinum í frøi um, at alingin í Suðuroy varð endurreist, mugu heldur setast aftur.
Í hvussu so er fyribils.
Nú er tað nevniliga slett ikki vist, at tað verður nøkur aling í Suðuroy.
Eftir at alt virksemið hjá Hera Hjelm var farið fyri bakka, var eitt nýtt felag sett á stovn eftir drúgvar samráðingar. Hetta felagið fekk navnið Faroe Farming og tað skuldi so føra alingina í Suðuroy víðari.
Men treytin fyri tí var, at aliloyvið hjá gamla felagnum verður flutt yvir á nýggja felagið.
Nýggju alararnir í Suðuroy høvdu fingið at vita, at tað var ongin trupulleiki at flyta aliloyvið yvir á tað nýggja felagið.
Men nú vísir tað seg kortini, at tað kann gerast ein rættiliga stórur trupulleiki.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevði ikki avgreitt málið, tá ið nýval varð útskrivað.
Og nú val er útskrivað, er tað ikki vist, at hann yvirhøvur hevur heimild til at flyta loyvið.
Tað skal landsstýrismaðurin nú kanna út í æsir og tí hevur hann givið sær sjálvum eina umhugsunartíð.
?Eftir aliloyvini er ongin ivi um, at eg havi heimild til at flyta aliloyvi yvir til nýggja felagið, sigur landsstýrismaðurin.
Men spurningurin er, hvat stýrisskipanarlógin loyvir honum.
?Landsstýrið, sum nú situr, er bara ein starvsstjórn. Tað merkir, at Landsstýrið kann bara avgreiða tað, sum er avgerandi neyðugt fyri at samfelagið kann virka, men ikki meiri enn tað.
Bjarni Djurholm sigur, at hann tekur onga avgerð, fyrrenn hann hevur fingið heilt greitt at vita, at hann hevur heimild til at taka avgerð um at flyta aliloyvi.

Kom í klemmu
Men nú er tað nakað síðani, at Faroe Farming yvirtók alingina í Suðuroy. Hví er málið ikki avgreitt fyrr?
?Tað er nýtt í Føroyum, at eitt aliloyvi verður flutt frá einum felag til eitt annað. Tað er ofta hent, at alivirki eru farin á húsagang, so at aliloyvi eru fallin aftur til landsstýrið.
? Men í hesum føri skal ein avgerð takast, sum kann gerast fordømi og sum kann slóða fyri eini ávísari mannagongd, tá ið líknandi mál taka seg upp.
Tí vildi Bjarni Djurhom, at avgerðin í hesum málinum skuldi byggja á greiðar og væl lýstar reglur.
Seinastu tíðina hevur ein bólkur við umboðum fyri vinnumálaráðið, peningastovnarnar og vinnuna sitið og útgreinað ymisk viðurskifti í alivinnuni.
? Fyrst í september varð frágreiðingin liðug og ætlanin var at taka tað upp á Landsstýrisfundi í farnu viku.
Bjarni Djurholm vísir tó á, at politiska kreppan førdi við sær, at ongin landsstýrisfundur varð og tí kom málið í klemmu og sostatt er tað avgreitt.
? Eg havi boðað frá, at eg takið onga avgerð, fyrrenn tað er púra greitt, hvørjarheimildir eg havi, serliga tá ið hugsað verður um, at hendan avgerðin kann skapa fordømi.
Bjarni Djurholm sigur, at hinvegin má hann eisini hugsað um hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, verður niðurstøðan tann, at aliloyvi ikki kann flytast yvir til nýggja felagið, soleiðis sum støðan er.
?Verður avgerðin tann, at onki skal gerast nú, er mest sannlíkt, at onki hendir fyrrenn í vár, tí eftir valið tekur tað eisini eina tíð at skipa nýggja samgongu og hjá nýggja landsstýrismanninum at seta seg inn í málið.
Landsstýrismaðurin sigur, at sum støðan í alivinnuni er í løtuni er væl hugsandi, at hetta fer alivinnan í Suðuroy ikki at tola og at hon tí ordiliga fer fyri bakka.
? Tað er eisini umráðandi fyri okkum, at vinnuliga virksemið ikki fer fyri bakka og í hesum føri er talan um ógvuliga kærkomin arbeiðspláss í Suðuroy.
? Spurningurin er eisini um ov nógv drál í hesum føri er tað sama sum at lata samfelagslig virði fara fyri skeyti og tað er spurningurin um vit kunnu loyva okkum tað.
Bjarni Djurholm sigur, at eitt, sum eisini liggur í hesum er um hann hevur politiska undirtøku fyri at flyta aliloyvið yvir til nýggja felagið, soleiðis sum politiska støðan er í løtuni, og tað ætlar hann sær eisini at kanna.
?Men tað er greitt, at út frá einum vinnuligum sjónarmiðið hevur tað stóran týdning at avgerðin verður tikin sum skjótast, antin svarið so verður nei ella ja, leggur landsstýrismaðurin afturat.