Tað er ein stórur trupulleiki, at børn ikki duga orðini fyri kropslutirnar. Tað heldur, Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur. Hon hevur tí tikið stig til eitt uppslag, sum allir dagstovnar, stovnar og frítíðarskúlar í Tórshavnar Kommunu fáa hendur á í hesum døgum.
Marjun Arge Simonsen er kvinnan handan felagið Orðafragd, sum veitir ráðgeving, tá ið føroyskt vísindamál skal mennast, og harumframt skipar hon skeiðum og framløgum, týðir og rættlesur.
Í hesum uppslagi eru komin tvey nýggj nøvn fyri kynsgøgnini á gentum og dreingjum. Ella í øllum førum er tað kvinnuliga spildur nýtt. Meðan “pittur” er eitt orð, sum stendur í Sprotanum, so er “pitta” eitt nýtt orð, sum Marjun, í samráð við fleiri myndugleikar og áhugafelagskapir á økinum, hevur funnið fram til.
- Tað er ótrúliga trupult at finna eitt hóskandi orð. Mong av orðunum, sum vit kenna í dag, eru óbærilig. Tey eru antin barnamál ella eru tey óvandamál. Tað eru eingi neutral orð um kynsgøgnini. Tað er ein trupulleiki, sum grannalond okkara eisini kenna til, sigur málfrøðingurin.
Víðari greiðir hon frá, at í hesum arbeiðnum hevði tað týdning at sleppa av við orðið “piss”, sum til dømis “pissilingur” ella “pissikona”. Men kvennkynsútgávan av orðinum “pittur” var ikki at finna, áðrenn hetta uppslagið varð gjørt.
- Eg eri von at tilevna føroysk orð til eitt nú vísundaligt og fakligt brúk. Eg spurdi meg fyri hjá fleiri myndugleikum og fólkum, og tey vóru samd við mær í, at hetta var eitt gott heiti, sigur Marjun Arge Simonsen.