Nú eiga vit ganga plankan út

Jón Rasmussen, skipari á Norðborg, heldur, at Føroyar nú eiga at ganga plankan út í stríðnum um makrelin. – Eg haldi, at vit nú eiga at krevja okkara rættindi – og ikki venda aftur til gamla býtislykilin, sigur hann

MAKRELUR

Jón Rasmussen, sum er annar skiparin á verksmiðjutrolaranum Norðborg, er ikki í iva um, at Føroyar nú eiga at halda fast í stríðnum við Noreg og ES um býtið av makrelkvotuni.
- Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetti Føroyum eginkvotu fyri 2010, tá tað ikki eydnaðist okkum at fáa ein hampiligan prosentpart í býti, og nú ES og Noreg eru líka treisk við samráðingarnar aftur hesaferð, haldi eg, at vit eiga at halda fast um okkara krav, sum er umleið 15% av heildarkvotuni.
Jón Rasmussen sigur, at nú ES og Noreg hava ásett sær sín kvotupart, hevur hann í síni stillheit rokna seg fram til, at samlaði parturin, sum tey vildu latið Føroyum og Íslandi, er 10%, ið er tað, sum er eftir av kvotuni, tá ES og Noreg hava tikið sítt.
- ES og Noreg hava líka sum fyri ikki at taka øll 100%, latið eini 10% av heildarkvotuni verið eftir til Føroyar og Ísland, leggur hann aftrat.
Jón Rasmussen heldur ikki, at Føroyar skulu góðtaka ein part, sum kanska liggur um eini 8-9%, men eiga at halda fast um upprunaliga kravið um tey 15%.
- Nú vit eru farin út í hetta stríðið við ES og Noreg, haldi eg, at vit eiga at halda fast um okkara rættindi og áseta okkum eginkvotu fyri 2011, sigur skiparin.

Stóran týdning
Jón Rasmussen heldur, at ein føroyskur kvotupartur av makreli á 15% kemur at hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið í 2011.
- Vóru vit við í avtaluni, høvdu føroysk nótaskip ivaleyst fiskað meginpartin av kvotuni í norskum sjógvi, eins og skipini høvdu landað meginpartin av veiðini uttanlands. Nú makrelurin verður veiddur í føroyskum sjógvi, kemur meginparturin upp á land í Føroyum, bæði í Kollafirði og ein partur í Fuglafirði, samstundis sum ein fittur partur av fiskiskipafotanum fær lut í hesum.
Jón Rasmussen heldur annars, at samráðingarnar, sum verið hava millum strandalondini, hava verið rættiliga afturlatnar.
- Vit, sum eru í vinnuni, hava frætt lítið um, hvussu gongd og útlit hava verið. Vit vita lítið meiri enn tað, sum sagt hevur verið í fjølmiðlunum, leggur hann aftrat.
Skiparin ásannar, at makrelurin rættiliga hevur broytt sítt ferðingarmynstur nógv seinnu árini.
- Taka vit endan av áttatiárunum og fyrru árini í nítiárunum stóð rættiliga nógvur makrelur í norskum sjógvi heilt frá august til jólar. Í ár fingu skip nakað av makreli í norskum sjógvi í august og september – so var tað liðugt, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.