Fyrst sang hann á enskum, so flutti hann yvir í føroyskt mál, síðani skuldi danskt føra hann fram, og nú er hann aftur í klassiska rockmálinum, enskum.
Hans Edward Andreasen hevur roynt eitt sindur av hvørjum í rockbólkinum The Dreams, men tað má verða heldur sjáldsamt, at ein bólkur skiftir málið í sínum sangum reguliga út.
- Tað er eitt sindur undarligt at skifta ímillum málini. Nú hava vit sungið á føroyskum, donskum og enskum, og tá eg eri blivin vanur við at syngja á einum máli, so skifta vit. Men nú dugi eg ikki fleiri mál, so vit kunnu ikki skifta til nakað nýtt, sigur Hans Edward Andreasen skemtandi.
Judas-agtigt
The Dreams skiftu frá føroyskum – og lutvíst enskum – til danskt, tá teir royndu at vinna fram í Danmark, og tað riggaði heilt væl, tí The Dreams telist millum tey populerastu nøvnini millum danskan ungdóm.
Nú eru The Dreams farnir aftur at syngja á enskum máli, tí teir ætla sær at røkka longur út í heim, og fyrsti sangurin er komin út . Tað er sangurin Under The Sun, sum hesa vikuna hevur ligið ovast á Boogie-listanum í Danmark.
- Vit hava fyri tað mesta fingið positivar reaktiónir, nú hava vit skift til enskt. Onkur negativ viðmerking hevur eisini, men tað hevur ikki verið so ringt, sum tá vit skiftu frá føroyskum til danskt, sigur Hans Edward Andreasen.
- Tá vit fóru at syngja á donskum, vistu vit, at tað fóru at koma nakrar reaktiónir, tí tað var kanska eitt sindur judas-agtigt at gera tað, sigur Hans Edward.
The Dreams kann upplivast á palli í Føroyum hetta vikuskiftið. Teir spæla til tiltakið Crazy Night á Kambsdali leygarkvøldið.