Rúsevna ráðstevnan, sum Blái Krossur skipaði fyri í Norðurlandahúinum seinasta fríggjadag, eydnaðist væl, sigur aðalskrivarin í Bláa Krossi, Jaspur Langgaard.
?Endamálið var at kanna og kunna um, hvussu arbeitt verður við rúsevnum og teimum trupulleikum, sum av tí standast, í okkara grannalondum. Málbólkurin var fólk, sum porofesisonelt arbeiðið við hesum evninum, og eg meti, at vit náddu málinum, sigur hann.
Fyrireikingarbólkurin, sum Blái Krossur hevði sett at fyrireika 100 ára haldið hjá felagsskapinum, hevði fingið fyrlestrahaldarar uttaneftir til tiltakið. Eisini Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini í Føroyum var millum fyrilestrahaldararnar.
Talan var ymsar serfrøðingar, sum hildu fyrilestrar, og síðan var orðaskifti um tað, ið borið varð fram. Jaspur Langgaard sigur, at kjakið var lívligt og gott.
Ofta fara vit eftir fremmandum fyrilestrahaldrum og fáa at vita, hvussu vorðið er, og hvat gjørt verður aðrastaðni. Hesaferð var eisini ein føroyskur fyrilestrahaldari, sum var Karin Kjølbro. Og hennara fyrilestur gav ivaleyst fleiri nakað at hugsa um, sigur Jaspur Langgaard. Tí hon vísti á, at tað stendur ikki heilt so væl til í Føroyum við rúsevnum, sum kanska fleiri ganga og ímynda sær og ugga seg við.
Hóast Blái Krossur helt 100 ára hald, var hetta fyrsta ráðstevna av slíkum slag, sum felagsskapurin skipar fyri. Men aðalskrivarin væntar ikki, at hetta verður tann einasta. So mikið áhugaverda helt hann hana vera.
?Men tað verður ikki í morgin ella ovurmorgin, at vit skipa fyri eini nýggjari, sigur hann.