Nú byrjar tingárið aftur

Tingárið byrjar við ólavsøkurøðu løgmans ólavsøkudag eftir kirkjugongdina

Aksel V. Johannesen, løgmaður, stingur í morgin út í kortið politisku kósina komandi tingárið.

Tingsetan byrjar í morgin, ólavsøkudag, eftir at tingfólk saman við embætisfólki og prestum, hava verið til gudstænastu í havnar kirkju.

 

Ólavsøkurøðan tekur vanliga samanum tað, sum higartil er hent, men løgmaður nýtir eisini høvi til at leggja ætlanirnar fyri komandi tingsetu fram.

 

Størsta avbjóðingin í seianstu tingsetu var ein nýskipan av fiskivinnuni. Ein arbeiðsbólkur skuldi lata landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, eitt uppskot, hvussu føroyska høvuðsvinnan skal skipast frá 1.janaur 2018.

 

Hetta hendir ikki, tí hevndin hevur biðið um at fáa meira tíð at gera arbeiðið liðugt í.

 

Tí fer løgmaður at tosa um fleiri onnur viðurskifti, sum hendan samgongan hevur arbeitt við síðani hon tók við hálvan september í fjør.

 

Eitt álit er gjørt um menning av heilsuverkinum og pensjónsbólkurin hevur eisini arbeitt, tó eisini uttan at koma á mál.

 

Løgmaður fer eisini at tosa um millumlandaviðurskiftini hjá Føroyum og marknaðaratgongd kring heimin hjá føroyska vinnulívinum. Hann fer eisini at vísa á, at øll tøl  og allir pílar í Føroyum peika rættan veg við lítlum ella ongum arbeiðsloysi og størri og størri lønarútgjaldingum.

 

Samgonan lovar avlop á fíggjarlógini í ár, men løgmaður fer helst at nema við høga aktivitetin og nógva virksemi í landinum í løtuni. Ferð á búskapinum er kanska ríkiliga nógv.

 

Fyrsti veruligi arbeiðsdagurin í tinginum fer at snúgva seg um at áseta fiskidagarnar fyri komandi fiskiár.