Í kvøld byrjar 10. umfar av donsku X Factor kappingini, sum Danmarks Radio skipar fyri.
Gjøgnum árini hava fleiri føroyingar gjørt vart við seg í kappingini, og einaferð eydnaðist føroyskari songkvinnu at vinna kappingina – tað var Linda Andrews. Men eisini sangarar sum Anna Nygaard, Sveinur Gaard Olsen og aðrir hava gjørt vart við seg í kappingini.
Teir tríggir dómararnir í ár eru teir somu, sum vóru í fjør. Stóri profilurin er Thomas Blachman, og hann metir um avrikini saman við Remee og Mette Lindberg.
DR1 sendir fyrsta part av X Factor sesong 10 í kvøld kl. 19.00.