Nýbygningur til Grønlands

Í seinastu viku varð enn ein nýggjur bátur frá AWI Boats í Runavík flotaður. Hesin skal til Ilulissat í Grønlandi. AWI Boats hevur higartil selt umleið 60 bátar til Grønlands

Bátasmíð
Runavík:
Annar nýbygningurin frá AWI Boats í ár varð flotaður fríggjadagin. Hann skal til Grønlands. Tann fyrri fór til Oyrar.
AWI Boats hevur í løtuni tveir aðrar bátar í gerð til grønlendingar, meðan tríggir skulu latast føroyingum aftur at í ár, sigur Eyðun Anrhoniussen á AWI Boats.
Bártarnir, sum higartil eru gjørdir í ár, eru báðir fiskibátar, og tað verða fýra av teimum fimm, sum gerast skulu afturat, eisini. Men tann fimti, verður ein ferðamannabátur, sum skal brúkast til útferðir i Suðurgrønlandi, greiðir Eyðun Anthoniussen frá.
Báturin, sum flotaður varð í seinastu viku, verður avskipaður hósdagin við farmaskipi til Aalborg í Danmark, haðani hann síðan verður sendur við øðrum skipi til Ilulissat.
Eyðun Anthoniussen sigur, at tað er nokk at gera árið út til teir 18 menninar, sum arbeiða á virkinum hjá AWI Boats. Tað mesta, teir gera, eru nýbygningar, men nakað av viðlíkahaldsarbeiðið verður tó gjørt.
?Men tað kundi verið meira, heldur hann, um tíðin hevði rokkið til.