Nú ber aftur til at eta á Hotel Runavík

Tað eru ov fáir møguleikar at eta á Skálafjørðinum. Tí er gjørt av at lata matstovuna á Hotel Runavík uppaftur. Tað er Hans Jákup Garðalíð, kokkur, úr Vestmanna, sum nú rekur matstovuna Fyri umleið einum ári síðani lat Hotel Runavík upp aftur, eftir at hava staðið stongt í nakrar mánaðir. Í hesum tíðarskeiðinum hevur einans verið møguleiki at gist og fingið morgunmat á hotellinum, men nú er so avgjørt eisini at lata matstovuna upaftur.

- Orsøkin til at vit lata uppaftur matstovuna er, at tað eru ov fáir møguleikar at eta á Skálafjørðinukm. Seinast matstovan var opin, var hon sera nógv vitjað, so vit vóna at, fólk taka væl ímóti hesum tilboðið aftur, sigur Hans Jákup Garðalíð, kokkur, úr Vestmanna, sum rekur nýggju matstovuna.

Bátafestivalur er á Toftum leygardagin, og mammudagur verður sunnudagin, so høvi kundi ikki valla verið betur.