Myrki - at kalla svarti - løgurin rennur úr krananum niður í glasið, sum er koppað 45 stig. Verður síðani settur at hvíla í hálvan annan minutt, áðrenn glasið aftur verður fylt. Eftir hetta eru 22 millimetrar - hvørki meira ella minni - av tjúkkum hvítum skúmi oman á sjálvum løginum, og so er bara at njóta løtuna.
Jú, Guinness er helst tað, sum fleiri øl-njótarar seta í samband við veruligt øl. Í øllum førum man tað vera so, at hjá teimum, sum eru til Guinness, finst bara ein verulig øl. Alt hitt er meira at kalla øl-líki, sum als ikki hevur sama smakk ella konsistens, sum myrka fatølið úr Dublin hevur.
9.000 ár fyri vatnið
Tað ber nærum til at tosa um eina mentan, sum er knýtt at dimmu bjórini, og tað er kanska heldur ikki so løgið, at so er. Handan droparnar býr nevnliga ein søga, sum hevur nærum 250 ár á baki, og sum alla tíðina hevur hildið til í hjartanum av Dublin.
Søgan byrjar í 1759, tá Arthur Guinness hevði fingið nóg mikið av vanliga bóndalívinum í Dublin. Bjór var um hetta mundið í ferð við at gerast ein væl umtókt vøra í Írlandi. Ein vøra, sum eisini vanligi maðurin kundi njóta, eftir at tað annars mest sum bert vóru munkarnir, sum høvdu notið serstaka bryggið. Hann setti á stovn egið bryggjarí, og tó at byrjanin var strævin, so gekk somikið framá, at hann at noyddist at gera sær greitt, hvaðani hann skuldi fáa týdningar-mestu rávøruni. Nevnliga vatn.
Loysnin var stóra Liffey áin, sum eisini tá streymaði ígjøgnum Dublin. Tað var tó ikki bert sum at siga tað, at fáa rættindi til hetta vatnið. Bretska yvirvaldið helt leingi fast um, at hetta ikki skuldi nýtast til framleiðslu av nøkrum slag, og tó at Arthur og hansara menn stríddust við at gera byrgingar og annað, so tók tað honum 10 ár og nógv stríð, áðrenn Guinness og hansara St. James?s Brewery at enda fekk endaligt loyvi at nýta tilfeingið.
Eftir semjuna beyð býráðið Guinness at gera leigusáttmála um stórt øki nærhendis ánna, men Arthur vildi ikki enda í somu støðu. Hann vildi hava ein sátt-mála, har hann var vísur í, at fortreytirnar ikki vórðu broyttar eftir fáum árum. Endin varð, at Guinness fekk ein leigusáttmála upp á ikki minni 9.000 ár, og so skuldi tann vandin verið av! Tað kann leggjast afturat, at leiguupphæddin var - og er - £10 um árið, so ikki kann sigast annað enn, at hetta í dag er ein avtala, sum stóra bryggjaríið fegnast um.
Tað eru nú heilt nógv ár síðani, at vatn úr Liffey ánni varð nýtt í framleiðsluni. Ístaðin verður hetta í dag savnað í keldum í fjøllunum nærhendis, áðrenn tað verður leitt til framleiðslustaðið, men bryggjaríið sjálvt stendur enn sama stað, sum tað gjørdi, tá leigusáttmálin varð gjørdur.
Satsaði rætt
Tað var tó langt ífrá liðugt við stóru avgerðunum hjá Arthur Guinness. Í 1770?unum byrjaði eitt nýtt slag av øli at floyma til Dublin úr Bretlandi. Talan var um portara, sum var vorðin sera vælumtókur í London, og leingi stríddust írar við at finna útav, hvussu hetta ølið fekst somikið myrkt.
Loynidómurin skuldi vísa seg at vera hitin, sum maltið til portaran varð turkað í. Og tá loyndarmálið ikki longur var loyniligt, fóru eisini Arthur og hansara menn undir framleiðsluna av hesum.
Tað gekk væl, men tó ikki betri enn næstbest. Kappingin frá bæði írskum og enskum bryggjaríum var knallhørð, og tó at framleiðslan vaks, so vildi stjórin sjálvur, at hetta skuldi ganga skjótari. Og eftir drúgva umhugsunartíð tók hann so kanska mest týðandi stigið í søguni hjá bryggjarínum. Og í øllum førum tað stigið, sum hevur gjørt Guinness heimskent.
Í 1799 var nevnliga seinasta ferðin, at ein vanlig ljós øl kom úr framleiðsluni hjá Guinness. Hugsjónin aftan fyri hetta var, at við at leggja alla orku í framleiðslu av portaranum, kundi bryggjaríið samstundis nýta alla sína orku og vitan til at betra um góðskuna á hesum. Hetta var ikki eitt stig, sum nakar annar tordi at taka, og úrslitið bleiv heilt skjótt, at Guinness fekk eina leiðandi støðu á marknaðinum. Ein støða, sum teir enn tann dag í dag hava mest sum einkarætt til.
Heimsgitið
Framleiðslan vaks støðug. Fyrstu nógvu árini vórðu stórar eikitunnur nýttar sum goymsla, og økið kring Guinness varð at kalla heimskent fyri risastóru pyramidurnar, sum vórðu lagaðar upp av Guinness tunnunum. Egið tunnuvirkið mátti sjálvandi eisini til.
Sjálvur livdi Arthur Guinness ikki nóg leingi til, at hann veruliga kundi fata, hvussu stór fyri-tøka hansara var um at gerast. Men sum tey siga á bryggjarínum, so livir andi hansara framvegis í hvørjari einastu øl, sum fer av bryggjarínum. Í 1794 kundi hann erpa sær av, at nú drukku tey eisini Guinness í London, og í 1802 vóru ølirnar fyri fyrstu ferð útflyttar til land uttan fyri Europa, tá fullfermt skip varð sent til Vestindisku oyggjarnar. Sjálvur doyði stovnarin í 1803, men virkið livdi víðari. Alt fleiri lærdu at kenna - og at elska - serkenda írska bjórið, og í 1837 varð St. James?s Brewery í Dublin roknað sum tað størsta í landinum. Og í 1883 varð enn ein markasteinur náddur. Nú varð stóra bryggjaríið roknað sum hitt størsta í heiminum.
Og heldur ikki hetta var nóg mikið. Hóast risastóru framleiðsluorkuna, so megnaði bryggjaríið ikki einsamalt at nøkta stóra eftirspurningin, og í 1910 varð lisensur fyri fyrstu ferð latin øðrum at tappa Guinness. Hetta var í New York, og í 1933 varð so fyrsta Guinness Bryggjaríið sett á stovn uttan fyri Írland. Hetta í London. Í dag verður Guinness bryggjað í 51 londum, og til ber at keypa Guinness í umleið 150 londum.
Styrkin var í veika ølinum
Myrkið og tungi portarin hevði tó ein vansa við sær. Styrkin á Guinness Extra Stout var øgilig. Og tó at summum dámdu hetta, so var einki at ivast, at tað samstundis var ein forðing fyri at vinna fram á vaksandi fatøls-marknaðinum í serliga USA og Stórabretlandi.
Á Guinness høvdu tey í fleiri ár roynt at minka um styrkina, uttan at hetta skuldi nerva smakkin í ølini, og tað var ein stórur dagur, tá fyrstu føtini av Guinness Draught komu á marknaðin í 1967. At byrja við varð hetta roynt í USA. Royndirnar vóru sera væl eydnaðar, og longu tvey ár seinni varð ein miðvís marknaðarføring sett í verk.
Í dag man tað hoyra til undantøkini, at Extra Stout verður skonkt, tá biðið verður um eina Guinness. Sjálvt í írlandi er talan um 4,2% sterku (veiku?) fatølina, sum verður skonkt, og fleiri virðislønir eru eisini latnar bryggjarínum, tí tey hava varðveitt góðskuna á løginum, hóast styrkin er minkað. Nakað sum annars verður mett sum eitt hitt truplasta kynstrið yvirhøvur innan bryggjarívinnuna.
Og ikki nóg mikið við, at Guinness við fatølinum slapp inn á ein nýggjan marknað. Teir vóru eisini sjálvir við til at marknaðarføra eitt nýtt hugtak innan útskeinginarvinnuna. Fyrsta »Irish Pub« uttan fyri Írland varð latin upp í Frankfurt í 1972. Av sonnum eitt plettskot má sigast, og hetta skapti av álvara nýggjan trend innan vinnuna. Í dag opnar ein slík um dagin, og skal tað vera ein rættilig írsk pub, so skal Guinness sjálvsagt eisini standa á matarlepanum.
?????
Fakta um Guinness
Væl kenda búmerkið við írsku harpuni varð fyrstu ferð nýtt í 1862
Sum vanligt øl á okkara leiðum, so verður Guinness framleitt úr malti, humlu, geri og vatni
Hóast Guinness - eisini í greinini - verður sagt at vera svart, so er hetta ikki rætt. Liturin er myrkt rubin-reyður
Gerin í framleiðsluni er av somu ætt, sum varð nýtt til fyrstu bryggingina av Guinness
Í dag verða á leið 2,6 mió litrar av Guinness tappaðir um dagin kring allan heim
Tjúkka hvíta skúmið á eini Guinness øl kemst av, at køvievnið verður sett afturat koltvíiltuni, sum vanliga er í øli. Hetta er eisini orsøkin til, at ein lítil gass-patrón er í Guinness ølum, sum verða keyptar í dós ella í fløsku. Patrónin verður aktiverað, tá dósin/fløskan verður latin upp
Fyritøkan handan ølið, er sama fyritøka, sum á hvørjum ári gevur út metbókina. Hugskotið til hetta kom, tá ein av fyrrverandi stjórum felagsins var í iva um, hvør fuglur fleyg skjótast. Avrátt varð at gera eitt verk, har met av ymsum slag kundu skrásetast. Úrslitið gjørdist Guinness-metbókin, sum í dag er mest selda bók í heiminum, Bíblian og Koranin undantikin.