Kim Simonsen
Filmurin snýr seg um kvinnuna Dahliu og dóttir hennara Ceciliu. Dahlia er eitt sindur nervaveik og er júst flutt frá manninum. Tey flyta inn í eina bíliga og ólekra íbúð á Roosevelt Island, ið liggur nær við Manhattan. Stóra húsið, tey flyta inn í, er bygt í einum brutalistiskum stíli. Húsið er av sonnum myrkt, óhugnaligt og brutalt. Stóra problemið er at rørini leka og elevatorurin koyrir, sum hann sjálvur vil, og so hevur grannin omanfyri latið vatnið standa frá, so tað dryppar niður til Dahliu og Ceciliu. Longu at byrja við er ein plettur undir loftinum. Við eitt fær dótturin eina loyndarfulla ósjónliga vinkonu, ið hon tosar við, men er hon verulig, ella? Undir øllum umstøðum, so er okkurt ófrættakent í húsinum, og hvør býr omanfyri tey, so vil eg ikki siga meiri, tí søgan er ótrúliga einføld.
Brasilianski Walter Salles, ið hevur gjørt filmin, er kendur leikstjóri, eftir at hann gjørdi hevur júst gjørt filmin "The Motorcycle Diaries", ið er um hin unga Che Chavera.
Ein endurinnspæling
"Dark Water" er ein endurinnspæling av japanska filminum "Honogurai mizu no soko kara" (2002) hjá Hideo Nakata, ið er sera óhugnaligur. Nú er tað einaferð soleiðis, at meginparturin av heiminum, og serliga fólki í USA, kundu ikki droymt um at sæð ein japanskan ella ein brasilianskan film. Hetta ger, at tey ofta gera av at endurinnspæla filmar, ið hava haft stóra framgongd í øðrum londum. Vanliga eydnast hetta illa, men við "Dark Water" er úrslitið í ordan.
Tað sum er gott við japansku ræðufilmunum, er at teir eru ótrúliga stillir og hvønndagsrealistiskir, fyri so við eitt at broyta dám og hvøkka lívið av áskoðarunum. Hideo Nakata er her meistarin við filmum sum "The Ring" og "The Ring 2".
"Dark Water" inniheldur nógv av tí, ið ein modernaður ræðufilmur skal innihalda, har eru børn sum ganga sum hemingar, svart vatn kemur úr øllum kranum, ið skapar eitt øgiligt paranoia, tí er tað nú Dahlia, ið er um at gerðast svøk, ella hvat?
Hetta er ein rættuliga effektivur ræðufilmur, ið tó hevur klassisku gongdina, at onkur skal flyta inn í eini hús, har tað spøkir.