Partrolararnir, sum fiska upsa, royna á ymiskum leiðum, og teir hava brúkiligan fiskiskap. Skipini koma inn at landa gjøgnum vikuna sum kemur.
Trý pør - tað eru Polarhav, Stjørnan, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Fram og Vestmenningur - fiska gulllaks.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva í Grønlandi og frystir veiðina umborð.
- Ein djúpvatnstrolari fiskar blálongu og landar í Bretlandi, og tríggir fiska svartkalva.
Roknað verður við, at tveir djúpvatnstrolarar koma inn at landa í morgin, og so kemur helst ein aftrat seinni í vikuni.
- Vit vænta ein trolbát av landleiðini mánadagin, og síðan koma helst tveir ella tríggir aftrat inn at landa seinast í vikuni sum kemur, sigur Fiskamarknaður Føroya.