Enn eitt framúr avrik hjá Eysturoyingi setti punktum fyri ólavsøku kappróðurin og harvið róðrarárið 2007.
Fleiri av royndu rógvarunum umborð á Eysturoyingi hava latið skilt, at teir ikki fara at halda fram. Í dag góvu teir sær sjálvum góða avmynstringar gávu. Umframt FM gull og steyp hava teir vunnið gull og steyp á Ólavsøku.
Eysturoyingur var fremstur beinanvegin. Vestmenningur, sum alt summar trúfast hevur roynt at elt gula bátin, var aftur hesa ferð næstbestur. Eina løtu tóktist tað sum um, at munurin skuldi gerast meiri enn ein bátslongd, men Vestmenningur vildi ikki sleppa, og á málinum var munurin ein stór hálv bátslongd.
Havnarbáturin var við í róðrinum. Havnarmenninir vóru gestablíðir og bíðaðu við at koma á mál, inntil hinir bátarnir væl og virðiliga vóru farnir um málið. Havnarbáturin vinnur bronsu bæði í FM og í kappingini á Ólavsøku. Tað man vera sjáldan, at bronsukrónur hava verið so bíligar. Men teir umborð á Havnarbátinum kunnu ikki lastast fyri, at aðrir bátar ikki hava bjóðað seg fram í kappingini.
Ólavsøka 2007 - 10 mannafør
1 Eysturoyingur 04:07.06
2 Vestmenningur 04:09.09
3 Havnarbáturin 04:21.18
Støðan í FM - 10 mannafør
1 Eysturoyingur 49
2 Vestmenningur 35
3 Havnarbáturin 16