Myndugleikarnir í Gaza siga at 30 eru deyð í ísraelskum álopi á skúla

Skúlin, sum er raktur av álopinum, liggur í einum øki við nógvum flóttafólkum. Sambært Ísrael varð tað brúkt hernaðarliga av Hamas.

Palestinar hyggja nærri at skaðum eftir eitt ísraelskt álop á ein skúla í býnum Deir al-Balah í Gaza. - Mynd: Eyad Baba/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 30 palestinarar eru deyðir í einum ísraelskum álopi á ein skúla í býnum Deir al-Balah miðskeiðis í Gazageiranum.

Tað boða palestinsku heilsumyndugleikarnir frá leygardagin.

Deir al-Balah er eitt øki við nógvum flóttafólkum.

Tað eru heilsumálaráðið í Gaza og fjølmiðlaskrivstovan hjá stjórnini í Gaza, sum hernaðarligu palestinsku rørsluna Hamas stýrir, ið boða frá talinum av deyðum.

Myndugleikarnir upplýsa víðari, at yvir 100 hava fingið skaða í álopinum.

Samstundis sigur ísraelski herurin, at hann hevur rakt ein skipanarmiðstøð hjá Hamas.

Í fráboðan frá herinum stendur, at tað rakti ein "kommando- og eftirlitsmiðstøð, sum Hamas brúkar í Khadija skúlaøkinum í miðbýnum í Gaza".

Sambært Ísrael var skúlin brúktur sum útgangsstøði fyri álopum móti ísraelskum hermonnum og sum goymslustað fyri vápn.

Sivilfólk høvdu verið ávarað undan álopinum, sigur ísraelski herurin.

/ritzau/Reuters

 

Palestinar hyggja nærri at skaðum eftir eitt ísraelskt álop á ein skúla í býnum Deir al-Balah í Gaza. - Mynd: Eyad Baba/Ritzau Scanpix