Myndugleikarnir hava skylduna av ringu støðuni í Nólsoy

Tað mátti verið óneyðugt at fortalt teimum somu søguna, umaftur og umaftur, heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Tað eru landsmyndugleikarnir, sum hava skyldina av, at ferðasambandið til Nólsoyar er so svikaligt. Tað heldur Annika Olsen, fráfarandi borgarstjóri í Havn. Og nú vil hon hava myndugleikarnar at taka nólsoyingar í álvara.

Hon vísir á, at nólsoyingar hava verið noyddir at góðtaka, at er nakað galið við onkrum skipi hjá Strandferðsluni, verður Ternan tikin frá teimum, og teir hava verið noyddir at klára seg við tí, sum Stranferðslan nú einaferð hevur havt til taks. Tað mesta av hesum oru smáir bátar, har fólk ikki kenna seg ikki trygg í ringum veðri.

Annika Olsen stafestur, at hvønn dag ferðast eini 60 til 100 fólk úr Nólsoy til arbeiðis og í skúla í Havn, og aðrastaðni. Fleiri arbeiða á stovnum, har tað er alneyðugt, at tey møta til tíðina. Harumframt ferðast eitt ótal av børnum til Havnar fleiri ferðir um vikuna til tónleik og ítrótt. 

Støðan hjá fólki við rørslutarni er ótolandi - og nú er Hasfjord, sum tekur 12 ferðafólk, álitið. 
 – Tað átti eisini at verið óneyðugt, áhaldandi at greitt mynduleikunum frá, hvussu bundin fólk í Nólsoy eru av hesi farleið. Hetta er teirra lívsæðr og Strandferðslan eigur eisini at hava í huga, at valla er tað nakrastaðni, har so nógv ferðast fast til og frá arbeiði, skúla, frítíðarítrivi, og øðrum, sigur hon.

Hon minnir á, at tað var undanfarna landsstýri, sum strikaði ætlanina at byggja eitt skip til nólsoyarleiðina, men eingin onnur loysn varð sett ístaðin Nósloyingar søgdu longu tá, at hetta var ein dáragerð - og avleiðingarnar av hesum merkja nólsoyingar nú.

– Vit mugu krevja, at ein virðilig loysn verður funnin. Og okkurt bendir á, at ein partur av fyribilsloysnini verður, at kommunan tekur um endan og tryggjar flutningsskylduna hjá tí almenna, sigur hon.

– Men takið nú málið í álvara og gerið tær kanningar, ið neyðugur fyri at vit øll kenna føla, at púra at farleiðin er trygg fyri øll alt árið, sigur Annika Olsen.