Myndirnar tala fyri seg

Bókin Heystsuita er eitt kærkomið íkast í tann hvørvandi lítla partin av føroyskum bókmentum, sum vit kunnu rópa heimildarmyndaverk. Myndirnar eru løddar við tí spenningi og mústikki, sum tann, ið stendur uttan fyri, kennir á sær, tá flett verður.

Olav Schneider Å Sonja Schneider
HEYSTSUITA
Bókadeild Føroya lærarafelags, 2006
Myndaverk, 135 s.


Ummæli
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð

Ein av forkunnugu bókaútgávunum í heyst, er myndaverkið Heystsuita, sum Bókadeild Føroya lærarafelags gav út fyri kortum. Tað er Olav Schneider, sum hevur tikið fotomyndirnar, og Sonja Schneider hevur skrivað tekst og yrkingar, sum hoyra til hvørja mynd.
Olav Schneider er heimildarfotografur, og hann hevur seinnu árini havt fleiri framsýningar við fotomyndum runt um í landinum. Bókin Heystsuita er soleiðis eitt úrslit av framsýningini Heystsuita  ein søga um slakt  ein søga um børnini, sum varð sýnd í Smiðjuni í Lítluvík í Havn og í Leikalund í Klaskvík á sumri 2005.

Skurðfjøll og fletting
Skurðfjøll og fletting, sæð við barnaeygum, er evnið, sum henda bók, við myndum og orðum, roynir at lýsa. Myndirnar eru svartar og hvítar og fylla eina heila blaðsíðu hvør. Á síðuni yvir av myndini standa smáir tekstir, oftast bara nøkur fá orð, sum vísa til tað, sum fer fram á myndini.
Bókin er eins og suitan býtt upp í partar, sum hvør sigur frá einari løtu ein vanligan fjalldag í skurð. Alla tíðina eru børnini við, antin sum luttakarar, ella sum eygleiðarar av tí, sum fyriferst. Yvirskriftirnar eru til dømis Av fjalli í bóndans garð, Teir svæva, Teir opa og taka innanúr, Seyðarhøvd, Vambakonur og ...Tey gera rullupylsu.
At geva bókini tittulin Heystsuita er eitt gott hugskot, tí ein slíkan fjalldag í skurð hevur hvør løta sín heilt serstaka dám, og hetta hevur tað eydnast fotografurin væl at fáa fram í myndum sínum.

Fotomyndirnar
Við hesi bók vísir Olav Schneider okkum, at hann er ein góður heimildarfotografur. Myndirnar eru sum heild tekniskt sera væl úr hondum greiddar, og myndevnini eru javnt væl vald og í minsta lagi áhugaverd. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvussu nógv og hvat tær ymsu myndirnar siga einum; tað valdast hvør ið ein er, og hvat ið ein framman undan veit um skurð og fletting. Allar myndirnar siga tó millum nakað og nógv, og tað er ikki so lítið.
Bestu myndirnar eru myndirnar av seyðahundinum á síðu 23, av smágentuni á síðu 39, av dronginum á síðu 87 og av dronginum við seyðarhøvdum í báðum hondum á síðu 111. Hesar myndir eru meira enn hinar løddar við tí spenningi og mústikki, sum tann ið stendur uttan fyri  her børnini  kenna á sær, tá flett verður.

Tekstirnir
Tekstirnir hjá Sonju Schneider haldi eg vera størsta veikleikan við hesum annars góða myndaverki. Ikki tí at tekstirnir í sjálvum sær eru vánaligir, men tí at teir í staðin fyri at leggja nakað afturat myndunum ofta taka frá teimum.
Í Heystsuita hendir tað ikki sjáldan, at ósamsvar er millum dramatiska og stundum dapra huglagið í fotomyndunum og tann góðvarna tekstin, sum ofta tykist meira vælmeintur enn heimilaður sum frágreiðing til myndirnar. Bókin er ivaleyst partvíst ætlað børnum, sum ikki enn eiga hugtøk fyri skurðfjøll og fletting, og tí kann tað fyri ein part forsvarast, at so er, men mær hevði dámt betri, at myndirnar talaðu fyri seg, tí tað megna tær flestu av teimum væl og virðiliga.

Ójavnstøða
Eitt heilt annað slag av trupulleika við tekstunum er kynspolitiska innihaldið, sum staðfestir eitt kynsbýti í fletting, sum ikki longur er so svart og hvítt, sum eitt nú orðabókin vil vera við. Myndirnar skjalsanna at í hesum førum er tað soleiðis, at menn hava ávísar uppgávur, og kvinnur hava nakrar aðrar uppgávur, men júst av somu orsøk lata myndirnar upp fyri einum kjaki um kynsbýtið í fletting anno 2006.
Her tykir tað mær, at tekstirnir  í øllum førum yvirskriftirnar  lata aftur heldur enn at lata upp. Yvirskriftir sum Teir tumma, Teir opa og taka innanúr og Vambakonur taka ikki hædd fyri broyttum tíðum, eisini innan fletting, har menn vaska vembur og seyma rullupylsur, og har kvinnur bæði tumma, opa og taka innanúr.

Talgild ella samgild fototøkni?
Heystsuita er fyrst og fremst eitt myndaverk, og tí hevði tað eisini verið áhugavert at fingið at vita, hvussu myndirnar eru vorðnar til. Sum fyrrverandi amatørfotografur, sakni eg upplýsingar um myndatól og framkallingartøkni, ikki minst í hesum tíðum, nú talgild myndatól nærum hava ruddað út ta gomlu tøknina. Hetta er sjálvandi bara eitt ynski, ikki eitt krav til eina slíka bók.
Samanumtikið er Heystsuita eitt kærkomið íkast í tann hvørvandi lítla partin av føroyskum bókmentum, sum vit kunnu rópa heimildarmyndaverk. Fari eg ikki heilt skeivur, er ongin bók av hesum slag komin út í Føroyum síðan 2000, tá Gundur F. Mikkelsen gav út bókina Jarnbardur. Tá var tað kappróðurin, sum varð lýstur við fotomyndum.