Í dag hevur urtagarðsdagur verið í Doktaragarðinum í Runavík í sambandi við Eystanstevnuna.
Áður hevur ein urtagarðsdagur verið hildin í Garðahúsinum í Søldarfirði.
Tað eru hjúnini Lena og Jákup, ið vanliga hava skipað fyri, men í ár eru umstøðurnar broyttar, so hesaferð er tað Visit Runavík saman við Anette Sonne, ið hava skipað fyri urtagarðsdegnum í Runavík.
Vit hava fingið nakrar myndir sendandi frá Visit Runavík.
Myndirnar eru frá urtgarðsdegnum í dag, og tær eru at síggja niðan fyri her:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
Fleiri onnur tiltøk vera á býráðstorginum í Saltangará í kvøld.
Trubadururin Sámal Ravnsfjall framførur á torginum við býráðshúsið í Saltangará í kvøld klokkan 21.30.
Klokkan 22 er eitt "syngi við"-tiltak sama stað. Sverri Justinussen, Eyðun Gaardbo, Sigmar Davidsen, Ludvík við Stein og Torbjørn Jacobsen skipa fyri. Sangheftið er at finna teldutøkt á hesi slóð.
Og klokkan 23 er ein midnáttarsamkoma á býráðstorginum. Dávur Høgnason heldur Eystanstevnumiðnáttarrøðuna, og Kór Glyvra kirkju og Nes Sóknar Musikkfelag luttaka.
Tiltøkini eru uttandura, og mælt verður til hóskandi frástøðu, siga fyrireikararnir.




















