Myndir: Summar Festivalurin endaði væl

Seinastu konsertirnar savnaðu nógv fólk, og lagið var gott

Summar Festivalurin endaði við stórum konsertum bæði á Vágsbø, á Torginum og í Tjaldinum. Sera nógv fólk vara til endan av festivalinum, og lagið var gott.

 

Tann heilt stóra konsertin var á Vágsbø, har Rasmus Bjerg sang sangir hjá John Mogensen. Rasmus Bjerg var í stórformi, sang væl og dugdi væl at samskifta við áhoyrarafjødlina milllum sangirnar. Bólkurin spældi sera væl, og ikki minst settu blásarar góðan dám á konsertina.

 

Vokalbólkurin Sway hevði eina fangandi framførslu mitt á festivaløkinum, og enn eina ferð var eyðsýnt, at tær tríggjar kvinnurnar í bóklinum bæði syngja væl og duga væl at framføra saman.

 

Páll Brim hevði seinastu konsertina á Torginum, og hann spældi frálíkar poppsangir hjá sær sjálvum.

 

Og so endaði alt við stórari veitslu í Tjaldinum, har Páll Finnur Páll spældi allar sínar kendu sangir. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##