Viðheftu myndir eru tiknar í Runavík í dag, tá Signar í Homrum saman við góðum og dugnaligum tónleikarum spældu fyri búfólkum og starvsfólkum við Røktar-og Ellisheimið í Runavík.
Úr Runavík verður sagt, at frálíka tónleikamanningin í stóra trailaravogninum spældi nógv at kendastu løgunum, sum Signar í Homrum plagar at syngja.
Fólk vóru hugtikin og fegin um løtuna.
Bólkurin hjá Signari í Homrum ferðaðist víða um í góðveðrinum í dag, soleiðis sum viðhefta skrá niðan fyri eisini vísir. Flestu løg vóru kendir slagarar, sum fella væl í oyruni, og sagt verður, at mong lýddu á.
Tiltakið, sum eisini var ókeypis, setti sín serstaka dám á dagin í bygdunum í Runavíkar kommunu í dag, har bilur og orkestur komu at syngja og spæla.
##med2##
##med3##
##med4##