Myndir: Seyðasýning í Kvívík

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum uppi á Símunarbrekku.

Seks hagapartar luttóku í seyðasýningini í Kvívík. Sýnarar vóru Jacob Vestergaard, Sólfinn Kjærbo, Jákup Joensen, og Marner Gudmundsen.

 

Íalt vóru 51 veðragjólingar og 12 veðrar sýndir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar, bestu hagar, besta veturgamla veðr og besta eldri veðr.

 

Her eru úrslitini:

 

Bestu veðragjólingar

 

1. Eigari Steinar Jacobsen, Leynahagi - Framman fyri húsini

 

2. Eigari Øssur Andreassen, Frammi í haga

 

3. Eigari Bartal Nadreassen, Frammi hagi

 

Bestu hagar

 

  1. Útihagi við 19,00 stigum í miðal
  2. Frammi í haga 18.33 stigum í miðal
  3. Ognarhagin 17.06 stigum í miðal

 

Besti veturgamli veðrur

 

1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi í haga

 

2. Eigari Dánjal Petur Müller, Útihagi

 

3. Eigari Steinar Jacobsen, Leynahagi - Framman fyri húsini

 

Besti eldri veðrur

 

  1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi hagi
  2. Eigari Niels Jákup Helgason, Hagahagi - Innarahelvt
  3. Eigari Monika Kartinsdóttir, Norðihagi

 

Fyriskipararnir takka í tíðindaskrivi øllum, sum hava stuðlað, hjálpt og luttikið.

 

– Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning komandi ár, siga fyriskipararnir.

 

Nakrar myndir eru her:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##