Myndir: Ongir áskoðarar til fótbólt í gjár

Fýra dystir vóru í Betri deildini hjá monnum í gjár, men dystirnir vóru uttan áskoðarar

Fýra tey ovastu á stigatalvuni vunnu á fýra teimum lægru á stigatalvuni, tá meginparturin av 17. umfar í Betri deildini hjá monnum bleiv spælt í gjár. HB vann 3-1 á Víkingi í Sarpugerði, KÍ vann 7-0 á EB/Streymi við Margáir, NSÍ vann 1-0 í Fløtugerði móti ÍF og B36 vann 4-1 á TB á Tórsvølli.

Felags fyri allar dystirnar var, at ongir áskoðarar sloppu inn til dystin. Bara fólk, sum eru knýtt at liðnum, felagnum ella øðrum uppgávum, so sum miðling og trygd, sloppu at verða á staðnum. Tað setti sín dám stemningin kring vøllirnar í Føroyum.

In.fo hevði myndafólk til tríggjar av dystunum. Her eru nakrar av myndunum, sum vísa støðuna kring vølirnar í Fløtugerði, í Sarpugerði og á Tórsvølli.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##