Myndir: Mánamyrking á Sornfelli

Sí vøkru myndirnar av sjáldsama fyribrigdinum her

 

Nógv fólk høvdu í gjárkvøldið leitað sær niðan á Sornfelli at síggja sjáldsomu mánamyrkingina. 

 

Tað kundi tykjast vónleyst at síggja mánamyrkingina í tunga mjørkanum, sum lá yvir stóran part av Føroyum, men uppi á Sornfelli var klárt og gott sýni. 

 

Tað sum hendi var, at mánin lá í skugganum hjá jørðini, sum myrkti ein stóran part av mánanum. Jørðin var altso millum sólina og mánan. Tá myrkingin byrjaði, sá mánin reyðligur út, men fekk sín vanliga lit aftur, tá myrkingin umleið var komin í helvt. Tað var altso í Føroyum talan um eina partvísa mánamyrking, sum vardi áleið ein tíma. Í Havn byrjaði mánamyrkingin klokkan 22:16, og klokkan 22:22 var hon á sínum hægsta. Eftir hetta gjørdist mánin so við og við sjónligari, inntil myrkingin klokkan 23:19 var liðug, og mánin var í sínum vanliga skapi aftur.

 

Sigast kann, at fólk á Sornfelli í gjár fingu nógv burtur úr, tí samstundis sum mánamyrkingin var, so var eisini flott sólsetur í pollamjørkanum.

 

Niðanfyri eru vøkru myndirnar at síggja, sum Gorm Niclassen og Terji Sólberg Johansen tóku í gjárkvøldið. Fyrru myndirnar eru av mánamyrkingini, og seinnu eru av sólsetrinum.