Myndir: Jógvan Rói lyfti steypið í seinasta dystinum

HB vann í gjár finaluna um Løgmanssteypið við 2-0 sigri á Víkingi. Hetta var seinasti dysturin hjá liðskiparanum

HB vann í gjár finaluna um Løgmanssteypið við 2-0 sigri á Víkingi. Hetta var seinasti dysturin hjá liðskiparanum, Jógvan Róa Davidsen. Hann boðaði undan dystinum frá, at hann fer at brúka meiri tíð upp á familjuna og fyritøkuna, nú fótbólturin krevur so nógv.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti HB hol á. Uppspælið var í høgru, og eftir kiks hjá báðum pørtum og spælarar, sum høvdu ilt við at standa á beinunum endaði bólturin hjá Mikkel Dahl, sum  eitt vet til  vinstru og 12 metrar úr málinum royndi at seta bóltin inn við handara stólpa. Bólturin hevði kós við síðuna av málinum, men landsliðsmiðverjin hjá Víkingi, Gunnar Vatnhamar, var óheppin, tá ið hann royndi at verja, og í staðin fyri at beina bóltin út til horna, stýrdi hann bóltin í málið aftanfyri Elias Fagrá.

Tveir nýggir menn vóru settir inn á HB liðið beinanvegin eftir steðgin. Jógvan Rói Davidsen avloysti Daniel Johansen, og HB venjarin skifti leikskipan frá 4-4-2 og til 3-5-2.

Mads Bo Mikkelsen varð settur inn á vongverjan í vinstru. Hann hevði verið tíggju minuttir á vøllinum, tá ið hann økti um HB leiðsluna til 2-0. Tað gjørdi hann við fínum skoti av brotsteigarmarkinum og eitt sindur úr vinstru. Bólturin sigldi í handara síðunetið, og so legði HB seg av álvara á kósina ímóti finalusigri og greipuni.

Her eru nakrar myndir frá dystinum og niðast er eitt myndasavn frá steypahandanini.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##ms##