Tað var spennandi, tað var væl skipað og taktiskt, allir arbeiddu sum fyri lívinum, og í løtum var tað gott spæl, tá ið KÍ í fínum líkindum í Klaskvík í gjár vann 2-1 ímóti HB.
Les eisini: KÍ kyndi eld undir toppin
Úrslitið ber við sær, at tað av álvara er spenningur í toppinum. KÍ er nú tvey stig aftanfyri HB, sum legði rygg til annað tapið í ár. Tað fyrra var fyri einum fjórðingsári síðani, tá ið havnarmenn fóru úr Runavík sum av torvheiðum.
Dysturin var serligur upp á fleiri mátar. Nýggja skýlið bleiv tikið í brúk og onkrir av nýggju spælarunum hjá KÍ fingu sínar fyrstu minuttir. Millum annað mundi Abubakar Aliyu Ibrahim skorað við síni fyrstu bóltnerting, eftir at hann kom á vøllin.
Dramatiski dysturin gav eisini fleiri góðar myndir, sum Álvur Haraldsen tók í Klaksvík í gjár. Millum annað av einum fegnum Heina Vatnsdal og feiringini hjá Pálli A. Klettskarð, tá hann skoraði til 2-0. Niðast í greinini er myndarøðin frá dystinum millum KÍ og HB í gjár.
KÍ – HB 2-1 (0-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð
2-0: Páll A. Klettskarð
2-1: Mikkel Dahl
Dómari: Kári J. á Høvdanum
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð (Abubakar Aliyu Ibrahim, 94.), Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 74./David Srbek, 93.)), Ole Erik Midtskogen
Gult kort: Deni Pavlovic
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
HB: Teitur Matras Gestsson – Bartal Wardum, Heðin Hansen, Delphin Tshiembe – Heri Hjalt Mohr, Adrian Justinussen (Øssur M. Dalbúð, 87.), Mathias Nygaaard, Dan í Soylu, Daniel Johansen – Hilmar Leon Jakobsen (Pætur J. Petersen, 60.), Mikkel Dahl
Gult kort: Heðin Hansen
Venjari: Jens Berthel Askou
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##ms##