Myndir: Harvey Weinstein sjálvur farin til løgregluna

Sí myndirnar: Orsøkin til heimsbylgjuna #MeToo, Harvey Weinstein, hevur í morgun sjálvur vent sær til løgregluna.

Harvey Weinstein hevur sjálvur vent sær til løgregluna í New York, tí hann er ákærdur fyri kynsligan ágang. Tað skrivar Ritzau í dag. Tað varð væntað, at Harvey Weinstein skuldi lata seg upp í hendurnar á løgregluni í morgun og so var. 

 

 

Harvey Weinstein gjørdist heimskendur uppá tann ringa mátan, tá ið miðlarnir The New York Times og The New Yorker í 2017 skrivaðu, at fleiri kvinnur - har ímillum kendar sjónleikarinnur - ákærdur hann fyri kynsligan ágang. 

 

 

Hesar greinar útloystu eina rúgvu av øðrum ákærum móti filmsframleiðaranum, millum annað frá Salma Hayek, Gwyneth Paltrow og Angelina Jolie, um kynsligan ágang og óhóskandi atburð. Samlað sæð hava yvir 75 kvinnur ákært hann fyri kynsligan ágang.

 

 

Harvey Weinstein hevur sjálvur noktað fyri, at hann hevur havt kynsligt samband við nakran uttan samtykki. Uppmerksemi rundan um málini um Harvey Weinstein hevur útloyst heimsumfatandi rørsluna MeToo, sum hevur skapt kjak um kynsligan ágang og óhóskandi atburð kring allan knøttin.

 

 

Løgreglan í London, Los Angeles og New York kanna ákærurnar móti Weinstein, og sambært Ritzau og CNN er aktuella málið, sum fekk Weinstein at venda sær til løgregluna í morgun, at sjónleikarinna Lucia Evens ákærur hann fyri neyðtøku. Hon sigur, at hann tvingaði hana at hava oralsex í 2004. 

 

 

/ritzau/