Myndir: Grind legði beinini í Sandagerði

Umleið 50 hval løgdu í dag beinini í Sandagerði, aftaná at menn stutt eftir middagsleitið høvdu funnið eina grind í Nólsoyarfirði.


Tað gekk skjótt at reka grindina inn í Sandagerð og drápið tók einans fimm minuttir.


Myndamaðurin hjá okkum var til staðar og tók hesar myndirnar.