Myndir: Fult av fólki til steypafinaluna

EB/Streymur hava júst vunnið steypafinaluna móti ÍF. Í fjør møttust somu lið, sum EB/Streymur eisini vann.

 

Um tað var tí, at tað var ein endurtøka av finaluni í fjør, at so nógv fólk var møtt upp, skal ikki sigast, men har var so at siga fullsett. Man var næstan noyddur til at brúka albogarnar, um man ætlaði sær ígjøgnum.

 

Bæði ÍF fjepparar og EB/Streymur fjepparar høvdu gjørt nógv burturúr. Fólk vóru ílatin ávikavist reyðar og bláar blusir, og flestu andlit vóru somuleiðs málað somu litir.

 

Stemningurin var sera góður, og man sá og føldi, at hetta var ein dystur av týdningi.

 

Síggj her nakrar myndir av áskoðarum.