Umleið túsund framsýnarar úr øllum heiminum, harav umleið 50 úr USA, vóru klárir at sýna fram nýggjastu bilmodellini, tá yvirgangsatsóknirnar vóru framdar í USA.
Samstundis komu bumbuhóttanir móti framsýningini, og 3000 skriv-stovufólk máttu ríma úr einum háhúsi, beint við framsýningarhølini. Alt hetta hevði við sær at bilaframsýningin var nær við at blíva avlýst.
Nógvar nýggjheitir
Páll Danielsen sigur, at hann og Rúnar Jacobsen høvdu næstan mist mótið um at sleppa inn á hesa framsýning, ið teir vóru komnir heilt til Frankfurt at síggja.
Men tað eydnaðist teimum tó, og teir tóku nógvar góðar myndir. Tað er langt síðan at tað hava verið so nógvar nýggjheitir, á eini altjóða bilaframsýning, sum á hesari. Hóast nógvir spennandi konseptbilar vóru at síggja, var áhugin størstur fyri teimum vanligu familjubilunum.










