Í kvøld hevur fiskivinnukjak verið á Skúlatrøð í Klaksvík – uttan áhoyrarar, sum varð sent beinleiðis í Kringvarpinum.
Avgerð er eisini tikin um ikki at hava Torradagar í Klaksvík í ár, vegna tilmælini kring Koronu, vórðu samráðingar tiknar upp við Kringvarpið um at halda fast við Torratingið, kallað.
Tað hevur verið siðvenja á Torradøgunum at serliga floksformenninir á tingi hava kjakast um fiskivinnupolitikkin í breiðarimerking undir leiðslu av Jón Brian Hvidtfeldt og eisini hevur Óluvu Zachariassen verið við sum vertur.
Tí varð valt at skipa kjakið í ár bert sum eina sjónvarpssending uttan áskoðarar, og at hon skal verða send beinleiðis frá Skúlatrøð.
Tað er Kringvarp Føroya, sum skipar fyri fiskivinnukjakinum saman við Torradøgunum.
##ms##