Stephanie Lose og Troels Lund Poulsen á tíðindafundi á Hotel Hafnia í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen/Scanpix 2024

Myndir: Danski flokkurin Vinstri hevur tíðindafund á Hotel Hafnia

Danski stjórnarflokkurin Vinstri hevur havt summarfund í Føroyum

Stephanie Lose og Troels Lund Poulsen á tíðindafundi á Hotel Hafnia í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen/Scanpix 2024

Í hesum døgum hava teir politisku flokkarnir í Danmark sínar summarfundir, og eftir fundirnar skipa flokkarnir fyri tíðindafundi.

 

Vinstri hevur í hesum døgum sín summarbólkafund í Føroyum, og tí sambandi hevur flokkurin í hesi løtu tíðindafund á Hotel Hafnia í Havn.

 

- Vinstri og Javnaðarflokkurin eru tveir ymiskir flokkar og ikki flokkar, sum eru vaksnir saman, tí vit sita í stjórn, sigur formaðurin í Vinstra, Troels Lund Poulsen, á tíðindafundi á Hotel Hafnia í Havn í sambandi við summarbólkafundin hjá flokkinum.

 

##med2##

##med3##

- Vit hava lovað hvørjum øðrum, at grundarlagið hjá stjórnini skal setast í verk, sigur hann.

 

- Tað er politiska úrslitið, sum ger av, hvaðar vit fara, sigur hann.

 

- Vinstri er ein bláur flokkur, tað hava vit ongantíð goymt. Tað er avgerandi, at vit eftir eitt val fara eftir størstu politisku ávirkanini, sigur formaðurin í Venstre, Troels Lund Poulsen.

 

- Tað er avgerandi, at danski búskapurin er burðardyggur. Tað er haldføri, sum drívur orðaskiftið í mun til at broyta Vælferðarsemjuna, sigur formaðurin hjá í Vinstra, Troels Lund Poulsen, á tíðindafundi á Hotel Hafnia.

 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Stephanie Lose og Troels Lund Poulsen á tíðindafundi á Hotel Hafnia í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen/Scanpix 2024