Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, heldur ikki, at vit føroyingar eiga at dylja grindadráp fyri umheiminum, hóast Visit Faroe Islands ikki brúkar grindadráp í marknaðarføring síni.
- Eg haldi, at vit skulu vísa eina ærliga mynd av Føroyum, og hetta leggja vit okkum eisini eftir á Visit Faroe Islands, sigur hon.
Bárður Eklund, digitalur marknaðarleiðari í Visit Faroe Islands, tekur undir við henni.
- So longi vit halda á fram við at drepa grind, so skulu vit ikki fjala nakað. Tað er júst hetta, sum vit gera annarleiðis enn hini londini, sum drepa hval. Tá grindadrápið verður fjalt, verður tað mystifiserað. Í staðin hava føroyingar tosað opið og róliga við mótpartin. Tað er meir føroyskt, og tað er ein fínur hugburður, sigur hann.
Bárður Eklund heldur, at hóast vit ikki fjala grindadrápið, so er ikki neyðugt at reypa um, at vit drepa grind, og tí tekur Guðrið Højgaard undir við.
Visit Faroe Islands hevur onga greiða meining um, hvørt miðlarnir skulu leggja myndir út av grindadrápi ella ikki.
- Vit síggja onga grund til at hava sterka meining um tað, sigur Bárður Eklund.
Hann greiðir áhaldandi frá, at fleiri ferðandi velja Føroyar sum ferðamál, og fleiri velja eisini Føroyar frá, tí tey ikki kunnu sættast við áhugamál og mentan okkara.
- Miðlarnir hava eitt journalistiskt arbeiði at gera, og vit hava ikki nakað sum bendir á, at tað standast trupulleikar av tí, sum føroyskir miðlar gera við myndum, sigur hann.
Les eisini Myndir av grindadrápi provokera útheimin